Her fara næstan øll ferðafólk sum vitja Suðuroynna

Syðsta plássið í Føroyum er heilt serstakt og hóast ferðavinnan ikki er skipað, er altíð nógv fólk

Í Sumba eru nøkur av teimum sermerktastu ferðamálunum í Føroyum
Áki Bertholdsen
14. mai 2024 kl. 21:15

Sumba og Akraberg eru syðstu plássini í  Føroyum, og tey eru nakað heilt fyri seg.

Har er ferðavinnan ikki líka væl skipað sum aðraðstaðni, er altíð heilt fitt av ferðafólki har.

Tað góða við Suðuroynni sum heild, er, at har ber til at koyra til nógv av teimum stórfingnu plássunum, so tað er eisini avbera væl egnað til fólk, sum eru illa gongd.

Akraberg, og vitin har, eru syðsta punkt í Suðuroynni og av kunningarstovuni í Vági verður sagt, at tað eru næstan øll ferðafólk, ið koma til Suðuroyar, sum fara í Akraberg at síggja vitan har, og fyri tað heilt serliga útsýnið suður í Hav - og eisini har ber til at koyra heilt út á eggina.

 

Eitt heilt serstakt savn

Í Akrabergi er eisini eitt heilt serstakt savn, sum ikki er aðrastaðni í landinum. Tað er eitt savn við Fuglum, Aksel Poulsen, sáli, stappaði út.

Hetta er, at kalla, næstan bara fuglar, sum eru funnir deyðir, og sum fólk hava latið honum, og so eru teir útstappaðir.

Har eru langt yvir 100 fuglar, og nógvir av teimum eru heilt sjáldsamir, tí tað eru fremmandi fuglar, sum eru vilstir hendavegin.

Á Fuglasavninum, sum heldur til í bygninginum har gamli millumbylgjusendarin hjá Útvarpinum stóð, er eisini eitt bygdasavn.

Har eru nógvir gamlir lutir varðveittir, eisini onkur lutir av hollendska skipinum, Westerbech, sum fór á land vestan fyri á Suðuroynni í 1742. 

Men har eru eisini myndatalvur við søgum og sagnum úr Sumba, og við frásagnum um ymisk hús í bygdini

 

Koyra heilt út á eggina

Ein annar heilt serstakur túrur í Sumba er at fara í blæing, við Akraberg, har landsslagið er heilt sermerkt, og har Kasparshola og Kjøtholan eru.

Tað verður sagt, at talan var um tveir brøður, Kaspar og Sjúrður, sum vóru seyðatjóvar, men sum rýmdu í Blæing, har teir hildu til í einari holu, og høvdu eina aðra holu at goyma kjøt í.

Annars er gamli vegurin ímillum Lopra og Sumba gjørd til Sóljuleið og hana brúka rættiliga nógv ferðafólk.

Summastaðni er vegurin bara nakrar fáar metrar frá eggini, har tað er útsýnið til bjørgini bæði norðureftir og suður eftir.

Og á ovasta punktinum, Hestinum, er somuleiðis frálíkt útsýni í allar ættir, eisini yvir Beinisvørð, hagar tað eisini bara eru nakrir metrar at ganga.

Skipað verður eisini fyri siglitúrum undir bjørgini vestanfyri, men har má veðrið sær ráða, so tað er frá degi til dags, at støða verður tikin til, nær hesir túrar eru.

 
Í Víkarbyrgi hava tey reist eina minnisplátu um víðagitnu Sneppuna

Hava reist minnisplátu

Kunningarstovan í Vági sigur, at arbeitt verður eisini við at gera ein túr eftir bygdargøtuni úr Sumba til Víkarbyrgi, har minnispláta nýliga er sett upp um Sneppuna, sum búði í Víkarbyrgi tá ið svartideyði gekk og sum var einasta fólk í Víkarbyrgi, sum hóraði undan.

Men tað segðist um hana, at hon fór at skíggja fólk og fekst ikki millum fólk aftur. Og fyri at hon ikki skuldi doyggja í hungri, tveittu tey henni mat niður av hamaranum sunnan fyri bygdina.

Tað er ikki nógv skrivað niður um Sneppuna, men søgan um hana hevur livað á mannamunni og nú er ein minnispláta eisini reist yvir hana.