Her eru vanligasti eftirnøvnini í Føroyum

Suðuroyingar og sandoyingar hava eitt sindur øðrvísi eftirnøvn enn aðrastaðni í landinum

Áki Bertholdsen
4. september 2024 kl. 11:00

Vilja fólk ferðast dulnevnd í Føroyum, skulu tey bara kalla seg Joensen.

Joensen er nevniliga vanligasta eftirnavnið í Føroyum - og tað hevur tað verið heilt leingi. Hagstovan sigur, at í 1985 var Joensen vanligasta eftirnavnið í landinum - og tað er tað enn.

Næstvanligasta eftirnavnið er Hansen og á triðjaplássi er Jacobsen.

Á listanum niðan fyri síggjast tey vanligastu eftirnøvnini í landinum í 2023 og hvar á listanum tey vóru ávikavist í íu í 2000, og í 1985, tá ið farið var undir at gera nøvnini upp.

Hagstovan sigur, at tað eru sløk helvtin av føroyingum, sum hava eitt eftirnavn, sum endar við »sen«. Í 1985 høvdu yvir 60 prosent eitt eftirnavn, sum endar við »sen«. Í dag eru tey góð 45 prosent.

Sostatt hevur tað hevur verið vanligari at hava eitt eftirnavn, sum endar við »sen«, enn tað er í dag.

Myndin niðanfyri vísir, hvussu stórur partur av fólkinum í Føroyum, sum síðan 1985 hevur haft eitt eftirnavn, sum endar við »sen«.

Men støðan er eisini tann, at tað er munur á eftirnøvnunum, alt eftir hvar í landinum fólk búgva.  

hagstovan sigur, at tey vanligastu eftirnøvnini eru í stóran mun tey somu um alt landið. Tó eru nøkur frávik í sunnaru økjunum í landinum. Í Sandoyar øki er tað vanligt at eita Hentze, Olsen, Petersen og Winther til eftirnavn. Í Suðuroyar øki eru eftirnøvnini Joensen, Thomsen, Poulsen og Bech millum tey mest vanligu.

Niðan fyri sæst, hvørji eftirnøvn eru tey vanligastu í teimum ymsu økjunum í landinum

Nøkur eftirnøvn eru bara í einum øki í landinum Eitt dømi er eftirnavnið á Reynatrøð, sum bara er at finna í Eysturoynni. Eftirnavnið Josephsen er bert at finna hjá fólki í Norðoyggjum, og eftirnavnið í Stórustovu er bara í Suðurstreymoy