Her eru teir best umtóktu jólafilmarnir

Fleiri hundrað túsund hava mett um, hvørjir teir bestu filmarnir eru

Fríðmundur Nattestad
26. desember 2024 kl. 13:32

Fyri mong er tað ein siðvenja at hyggja at ávísum filmum um jólini. Men jólafilmarnir eru nógvir í tali, og tí er nógv kjak um, hvørjir teir bestu eru.

IMDB er ein heimasíða og online dátugrunnur við upplýsingum um filmar og sjónvarpsrøðir, og har er møguligt hjá brúkarum, at meta um filmar og røðir, á einum stiga frá 1-10 stjørnum. Summir filmar hava fleiri hundrað túsund metingar.

Heimasíðan hevur síðani gjørt ein lista við teimum jólafilmum, sum hava fingið tær hægstu metingarnar. Ovast á listanum liggur filmurin It's a Wonderful Life frá 1946 við 8,6 stjørnum. Her í Føroyum eru m.a. Die Hard og Home Alone sera væl umtóktir. Teir liggja á ávikavist 4. og 17. plássi.

Sí allan listan her.