Lutakast var í Nyon í Sveis á middegi í dag, um hvussu spælast skal í komandi EM-undankapping í fótbólti fyri kvinnur.
Undankappingin er býtt upp eftir styrki í tríggjar deildir - Føroyar eru í niðastu deildini.
Mynd: uefa.com
Føroyar endaði í bólki C3, har mótstøðuliðini eru Grikkaland, Montenegro og Andorra.
– Vit trektu tvey av teimum sterkastu londunum, Grikkaland og Montenegro, so okkara stig skal lyftast nakað, um vit skulu megna at standa okkum ímóti teimum. Annars eri eg væl nøgd, sigur Signe Pries Andersen, venjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum, við heimasíðuna hjá FSF.
Leikdagarnir vera frá 3. til 9. apríl, 27. mai til 4. juni, og frá 8. juli til 16. juli. Dystaskráin verður væntandi klár seinni í dag ella í morgin.
Sjálvt EM-endaspælið verður í Sveis frá 2. til 27. juli í 2025.