Her eru fyrstu boðini upp á veðrið á ólavsøku

Fyrstu boðini upp á ólavsøkuveðrið, eru komin

Ragnar Sjúrðarson
24. juli 2024 kl. 13:30

Sunnudagin, ólavsøkuaftan: Lot til frískt lot sunnan ella av útsynningi, 3 til 8 m/s, stundum vaksandi til frískan vind, 10 m/s. Skiftandi skýloft, turt fyri tað mesta, tó í støðum okkurt ælið. Hitin 10 til 14 stig.

Mánadagin, ólavsøkudag: Frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Hitin 10 til 13 stig.