Her eru áttandapartsfinalurnar í Europa League

Í gjárskvøldi vórðu seinastu dystirnir leiktir í sekstandapartsfinalunum í næststørstu europeiski kappingini. Nú er greitt hvør skal spæla í móti hvørjum í áttandapartsfinalunum

Ragnar Sjúrðarson
24. februar 2023 kl. 13:11

Nú eru bert 16 lið eftir í Europa League 22/23. 

Favorittarnir at fara avstað við steypinum í Europa League eita Manchester United og Arsenal, sum eisini eru í harðari kapping í heimligu kappingini um Premier League meistaraheitið.

Báðir favorittarnir hava eitt sera gott útgangstøði, at vinna seg víðari úr áttandapartsfinalunum.

Hetta eru áttandapartsfinalurnar:

 

  •  Union Berlin - Union Saint-Gilloise

  •  Sevilla - Fenerbahce

  •  Juventus - Freiburg

  • Bayer Leverkusen - Ferencvaros

  • Sporting - Arsenal

  • Manchester United - Real Betis

  • Roma - Real Sociedad

  • Shakhtar Donetsk - Feyenoord