Her er nýggi stjórin

Nýggjur stjóri er settur fyri eldrasamstarvið ímillum Vestmanna, Eiði, Kvívík, og Sunda Kommunu

Áki Bertholdsen
8. desember 2023 kl. 15:09

Eldrasamstarvið í Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar-, og Sunda kommunu, VEKS, hevur sett Páll á Reynatúgvu í starv sum stjóra fyri økið.

Fyrr í ár setti stýrið í VEKS nýggja langtíðarætlan fyri eldraøkið fyri at framtíðartryggja okkara eldru eina neyva og dygdargóða tænastu. Í hesum sambandi hevur VEKS søkt eftir stjóra, sum skal mynda nýggju leiðina og vera við til at styrkja og menna økið.

- Tað hevur stóran týdning eftir mínum tykki at vera meira framsíggin og byrja at loysa tær avbjóðingar longu nú, sum liggja fyri framman við fólkasamansetingini. Nýggja kósin, sum VEKS hevur sett út í kortið, er nýhugsan, sum fangaði mín áhuga og tí bjóðaði eg meg fram til starvið.

Páll á Reynatúgvu hevur heilsufakliga útbúgving sum fysioterapeutur og diplomútbúgving í heilsuleiðslu og frálæru.

Hann hevur drúgvar royndir við leiðslu sum borgarstjóri, nevndarformaður í SEV, løgtingsformaður, løgtingsmaður og landsstýrismaður, tá hann m.a. hevði yvirskipaðu ábyrgdina av eldraøkinum.

- Eg las til fysioterapeut og tók eina leiðsluútbúgving í heilsu, tí dreymurin var frá byrjan av at arbeiða á heilsuøkinum. Men so fór eg upp í politikk og var har í 25 ár, sigur hann í tíðindaskrivi.

Páll á Reynatúgvu tekur við starvinum 1. januar 2024.