Her er nýggi rektarin í Suðuroy

Hon tekur við starvinum 1. desembur

Áki Bertholdsen
31. oktober 2024 kl. 15:25

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, hevur sett Maritu Gunnarstein Nielsen í starvið sum rektari á Miðnámi í Suðuroy. Setanarmálið er viðgjørt og avgreitt í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum tí tey eru ógegni í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum at viðgera málið.

Marita Gunnarstein Nielsen er 40 ára gomul og útbúgvin cand.mag. í enskum við hjágrein í sálarfrøði og donskum frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn.

Marita hevur verið námslektari á Fróðskaparsetrinum, og síðani 2017 hevur Marita undirvíst á Miðnámi í Suðuroy, har hon, umframt at undirvísa, eisini hevur røkt aðrar uppgávur, eitt nú sum ÍSF-samskipari og álitisfólk. Afturat hesum hevur Marita viðkomandi royndir í leiðslu, samskifti og samskipan. 

Marita Gunnarstein Nielsen býr í Vági saman við familju síni. Hon tekur við starvinum 1. desember 2024.