Tað er nú greitt, at nýggi formaðurin í aðalstjórnini hjá Tjóðveldi er Høgni í Stórustovu. Hann varð valdur á flokstinginum í Hósvík í gjárkvøldið.
Tjóðveldi sigur, at tvey valevni vóru í uppskoti til sessin sum aðalstjórnarformann í flokkinum.
Sandoyar Tjóðveldisfelag og Unga Tjóðveldið høvdu skotið upp at velja Jógvan Jón Henriksen og Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag hevði Høgna í Stórustovu í uppskoti.
Men tá ið atkvøðurnar vórðu taldar upp, var tað Høgni í Stórustovu, sum hevði fingið flestar atkvøður.
Høgni í Stórustovu er 59 ára gamal, hevur lisið løgfrøði og síðani 2009 hevur hann verið deildarleiðari í Arbeiðsloysisskipanini.
Tey siga, at Høgni hevur ymiskar arbeiðsroyndir sum fulltrúi í miðfyrisitingini, deildarstjóri á tryggingarøkinum, sum limur og formaður í Ráðnum fyri Ferðslutrygd og nevndarlimur og forseti í Fótbóltssambandi Føroya.