Í nøkur át hevur Landsstýrið arbeitt við at seta eina føroyska sendistovu á stovn í USA. Eftir ætlan skuldi hon vera í Washingtom og nú er tað veruleiki.
Og tað er eisini greitt, at tað verður Bjørn Kunoy, sum verður okkara fyrsti sendiharri í USA. Bjørn Kunoy var sendimaður í Moskva árini 2015 til 2018, sigu landsstýrið í tíðindaskrivi beint nú.
Keypmannahavn
Gunnar Holm-Jacobsen, ið hevur verið stjóri í Uttanríkistænastuni síðani 2013, verður nýggjur sendimaður í Keypmannahavn. Árini 2008 til 2012 var hann sendimaður í Brússel. Gunnar Holm-Jacobsen avloysir Jóannes V. Hansen, ið hevur verið sendimaður í Keypmannahavn síðani 2019.
Beijing
Áki Johansen er nýggjur sendimaður í Beijing. Áki hevur síðani 2021 verið sendimaður í Tel Aviv. Frammanundan hevur hann verið sendimaður í London í tveimum umførum - frá 2008 til 2011, og aftur frá 2015 til 2020. Áki Johansen avloysir Sigmund Ísfeld, ið hevur verið sendimaður í Beijing síðani 2019.
Tel Aviv
Petur Petersen er tilnevndur sum nýggjur sendimaður í Tel Aviv. Hann hevur verið fyrisitingarleiðari í Uttanríkistænastuni síðani 2020. Frá 2015 til 2020 var hann sendimaður í Reykjavík
- - -
Tey fýra komandi sendifólkini taka við tann 1. september í ár, og tá koma Sigmundur Ísfeld og Jóannes V. Hansen heimaftur í Uttanríkistænastuna at arbeiða, sigur landsstýrið.
Av teimum seks sendifólkunum, ið eru úti í løtuni, eru tríggjar kvinnur og tríggir menn.