Fyri fyrstu ferð bar eisini til at velja í Hoyvík haðani hendan myndin er
Her er endaliga úrslitið av valinum í Tórshavnar kommunu
Í gjár vórðu allar atkvøðurnar taldar um aftur
Áki Bertholdsen
14. november 2024 kl. 09:16
Í gjárkvøldið vóru atkvøðurnar á býráðsvalinum í Tórshavnar kommunu, taldar umaftur. Hendan fínteljingin hevði bert smáar broytingar við sær við tað, tí tað vóru bara nakrar heilt fáar atkvøður, sum vóru taldar skeivt. Sostatt broytti fínteljingin ikki úrslitið av valinum, sum varð kunngjørt týskvøldið.
Niðanfyri sæst endaliga býtið av atkvøðunum ímillum flokkar og valevni, umframt talið á blonkum og ógildigum atkvøðum. Trýst á tær einstøku myndirnar fyri at gera tær størri