Tá ið 21. oyggjaleikirnir verða í Føroyum í 2027, verður tað við almenna heitinum Betri International Island Games XXI ella Betri Oyggjaleikir. Ítróttasambandið avdúkaði í dag seks samstørv og búmerkið hjá leikunum.
Betri Stuðul og Oyggjaleikir 2027 eru farin í navnasamstarv, og tað ber í sær, at leikirnir í Føroyum frameftir fara at eita Betri Oyggjaleikir ella Betri International Island Games XXI. Umframt navnasamstarvið eru fimm onnur samstørv gjørd, sum fíggjarliga syrgja fyri, at leikirnir eru í góðum hondum. Samstørvini fevna eisini um leikirnar í Orknoyggjum 2025 og Ítróttafagnaðin 2024, 25, 26 og 27.
Atlantsflog, Bakkafrost, MBM, Smyril Line og SMS fara saman við Betri Stuðuli at gera sítt til, at Betri Oyggjaleikir 2027 verða ógloymandi.
Búmerki avdúkað
Fyrr í summar skrivaði ÍSF út búmerkjakapping til Oyggjaleikir 2027, og á samkomu í Betri í dag varð eisini búmerkið, sum Robert Gutke av Eiði eigur, avdúkað.
Aldur, vindur, rørslur, breytir og veðrahorn eru nakað av tí, sum sæst aftur í búmerkinum, sum ein samd dómsnevnd valdi millum tey 51 innkomnu uppskotini.
Seks fólk vóru í dómsnevndini. Anna Maria Toftegaard, ÍSF, Barbara M. Lamhauge og Heidi Andreasen, Sansir, Niels Mortensen, Oyggjaleikanevndin 27, Hansina Iversen, næstforkvinna í LISA og Høgni E. Magnussen, grafikari í Kringvarpi Føroya.
Arbeiðið við at gera heimasíðu og samleika til Betri Oyggjaleikir 2027 fer nú í gongd. Samskiftisfyritøkan Sansir hevur fingið ta arbeiðsuppgávuna, og eftir ætlan verður heimasíðan almenn í juli næsta ár, tá ið oyggjaleikirnir í Orknoyggjum eru av.
Betri Oyggjaleikir 2027 verða í døgunum 3.-9. juli, og tá fara eini 2.500 ítróttafólk at kappast í 14 ymsum ítróttagreinum í Føroyum.