Her er besta vinniliga átak í Føroyum í ár

Dreymurin er, at alt salat og annað viðbrekið grønmeti sum tørvur er á í Føroyum, skal verða dyrkað í Føroyum - heilt uttan eiturevni.

Niels Winther, stjóri í Vinnuhusinu, vinstrumegin, og Jón Sigurdsson, formaður í Arbeiðsgevarafelagnum, høgrumegin, handa Magnusi F. Magnusson, stjóra í Spírum og Sporum, heiðursteknið. Myndin er frá Vinnuhúsinum
Áki Bertholdsen
20. september 2024 kl. 15:20

Á ársins Vinnudegi, sum er í dag, hava tey eisini valt ársins vinnuátak. Og í ár var tað ein samd dómsnevnd, sum valdi fyritøkuna, Spírar og Sporar, til ársins vinnuátak.

– At framleiða mat her í Føroyum hevur fleiri fyrimunir, bæði fyri samfelagið og umhvørvið, staðfestir Vinnuhúsið. Tey halda, at hetta er serliga týdningarmikið í einum heimi við alsamt fleiri umhvørvisligum og sosialum.

 – Við at framleiða mat í Føroyum kunnu vit minka um innflutningin av matvørum, og harafturt kunnu føroyingar fáa fatur feskari og heilsubetri  mati.

Og nettupp hetta er grundarlagið undir ársins vinnuátaki. Hesi seinastu tvey árinu hava tey, við aldargamla framleiðsluháttinum, væturøkt, dyrkað alskyns sløg av grønmeti og kryddurtum so sum salat av ymsum slagi, batavia salat, dild, rosemarin, timian og persillu. Og tað gera tey heilt uttan eiturevnir. Og næsta ár fara tey eisini at dyrka soppar.

Væturøkt er ein háttur at dyrka plantur uttan at brúka mold, og hátturin brúkar umleið 80 - 90 prosent minni vatn enn tað krevst, tá ið tey dyrka við mold. Harafturat er tað nógv skjótari dyrka upp á hendan mátan, enn í vanligum veltum.

Og møguleikarnir eru nógvir tí tað ber eisini til at dyrka alskyns blómur, ber og røtur uttan mun til, hvussu veðrið er.

– Dreymurin hjá teimum í Spírum og Sporum er, at alt salat og annað viðbrekið grønmeti sum tørvur er á í Føroyum, skal verða framleitt í Føroyum - heilt uttan eiturevni.