Henrik prinsur skal brennast

Henrik prinsur fær onga vanliga jarðarferð. Hann ynskir at brennast.

Jákup Højgaard
14. februar 2018 kl. 10:52

20. februar klokkan 11 verður Hendrik prinsur setur í kistu. Tað boðar kongahúsið frá. 

Prinsurin hevur ynskt at brennast. Øskan skal deilast í tvey. Onnur helvtin skal spreiðast um tann danska sjógvin. Hin helvtin skal koyrast í øskukrukku, sum skal standa í tí privata partinum av havanum í Fredensborg slott. 

Tað verður einki serligt hátíðarhald, tá prinsurin verður brendur. Bert nærmasta familja og nøkur fá onnur verða til staðar.

kelda: tv2