Henrik Prinsur enn álvarsliga sjúkur

Støðan hjá prinsinum er enn álvarslig, greiðið hovið frá

Elisa Vang
13. februar 2018 kl. 15:22

Fyrr í dag varð Henrik Prinsur fluttur frá Ríkissjúkrahúsinum heim á slottið í Fredensborg, har prinsurin ynskir at verða sína síðstu tíð, tað boðar kongshúsið miðlunum frá í dag.

- Fyri løtu síðani kom prinsurin heim á slottið í Fredensborg. Her kann hann vera saman við familjuni og í kørmum, sum hava nógvan týdning fyri Hansara Kongaliga Hátign, sigur samskiftisstjórin hjá kongshusinum, Lene Balleby, við TV2.

Drotningin er eisini á slottinum.

Prinsurin hevur verið innlagdur á Ríkissjúkrahúsinum síðan 28. januar. Tá vístu kanningar, at hann hevði ein góðkynjaðan svull á vinstra lunga. Hann varð síðan fluttur á brunamedisinska deild, har hann skuldi viðgerast fyri ein lungnabruna.

Tað ljóðaði herfyri, at prinsurin var í bata, men fríggjadagin í síðstu viku greiddi kongshúsið frá, at støðan hjá prinsinum var alsamt versnað. Og tíðindaskrivinum frá í dag, ljóðar tað frá hovinum, at støðan verður verðandi álvarslig, tað skrivar TV2 á heimasíðu sína.

 

Kelda: TV2/Nyheder