Henrik prinsur deyður

Hann gjørdist 83 ára gamal.

Jákup Højgaard
14. februar 2018 kl. 09:31

Gjáranáttina kl. 23:18 doyði Henrikur prinsur á Fredensborg slotti. Hann doyði ein stillan deyða, tá hann sovandi tók sín seinasta andadrátt. Sína seinastu stund var hann umgirdur av Margretu drotning  og synum teirra, krónprinsi Fredrik og prins Joachim. Tað boðar Kongshúsið frá.

Í gjár varð Henrikur prinsur fluttur av Ríkisjúkrahúsinum til Fredensborg slott, har hann skuldi búleikast sínar seinastu løtur her á fold. Har hevur kongafamiljan verið saman við honum. Bæði verdøtrar og abbabørn hansara náddu øll at heilsa honum eina seinastu ferð. Yngra systur hansara Cathrine de Monpezat hevur eisini verið í Danmark um vikuskiftið fyri at heilsa eldra beiggja sínum. 

Henrikur prinsur byrjaði árið í Egyptalandi, men var skundaður heim á Ríkisjúkrahúsið, har hann var innlagdur 28. januar. 2. februar boðaði kongshúsið frá at Henrikur prinsur lá á lungaskurðdeildini, tí ein knykil var staðfestur í vinstra lunga.