Sum støðan er nú, hevur landsverk hevur ongar ætlanir um at gera ábøtur á Elduvíkarvegin. Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í samfeðslumálum.
Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin hevur spurt hann, hvat tey ætla at gera við vegin.
Vegurin til Elduvíkar er í sera vánaligum standi og tað hevur hann verið í nógv ár, sigur hann.
Hann sigur, at fyri nøkrum árum síðani, vórðu ábøtur gjørdar á vegin, men tíverri eydnaðist arbeiðið ikki so væl tí tilfarið helt ikki, tá veturin kom.
Hann staðfestir eisini, at hóast fá fólk búgva í bygdini, verður hon nógv vitjað av ferðafólki, og tí er nógv ferðsla eftir vegnum.
Men Dennis Holm sigur greitt, at sum støðan er nú, hevur Landsverk ongar ætlanir um at gera nakað við Elduvíkarvegin.
Ístaðin skal játtanin, sum er sett av til ábøtur, brúkast á vegum við meiri ferðslu, og har tað er meiri átrokandi at gera ábøtur, sigur hann.
Kortini er hann samdur í, at sum heild er Elduvíkarvegurin ikki í nóg góðum standi. Ein lítil partur av vegnum varð asfalteraður fyri fimm árum síðani, men annars hevur eingin serstøk játtan verið til hann í heilt nógv ár.
Landsstýrismaðurin sigur, at tann stóri trupulleikin er, at játtanin til at halda vegirnar fyri, er alt ov lág. Hann sigur, at játtanin er minkað, hóast kostnaðarstøðið er hækkað, nýggir landsvegir eru gjørdir, og ferðslan er alsamt økt.
– Eisini eru størri trygdarkrøv sett til vegirnar nú á døgum og tað rakar vegir, tunlar og brýr, sum ikki verða hildin so væl sum ynskiligt er.
Tilsamans eru 500 kilometrar av landsvegi í landinum. Í 2018 varð mett, at tilsamans var tørvur á 375 milliónum krónum, bara fyri at fáa vegir, tunlar og brýr í nøktandi stand.
Í hesum døgum verður ein nýggj kostnaðarmeting gjørd og mett verður, at hetta talið er nógv hægri í dag.
– Tað er neyðugt at fáa eina dygga, politiska semju um at hækka játtanina til at halda vegakervið fyri, sigur landsstýrismaðurin.