Eftirtíðin fer at meta samgonguna eftir, hvat hon fer at gera nú. Ger hon einki, fer hon skjótt at verða gloymd sum ein vanlukka fyri Føroya land.
So bersøgin er fyrrverandi, løgtingsmaðurin, landsstýrismaðurin og løgmaðurin, Jóannes Eidesgaard í sending í FM1.
Teir tríggir fyrrverandi topp - politikararnir, Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen, viðgjørdi politisku støðuna í kjalarvørrinum á seinastu frágreiðingina frá Búskaparráðnum, har tað enn einaferð verður staðfest, at búskapurin er ikki haldførur.
Teir tríggir undrast stórliga á, at samgongan hevur einki ítøkiligt boð upp á, hvussu búskapurin skal fáast aftur á beint.
Einastu boð, landsstýrið hevur, er at hækka pensjónsaldurin og at avtaka rentustuðulin. Men tað eru tiltøk, vit ongan ágóða síggja av fyrr enn um ein mansaldur.
Samstundis undrast teir eisini á, at tingfólk í samgonguni sleppa at sita í KvF og vaska sær um hendurnar, og bara sita og tekkjast veljarunum, nú tað eru tvey ár eftir til eitt val.
Men tey vístu ikki á nøkur sum helst tiltøk fyri at fáa haldførið í búskapin. tey settur enntá stórt spurnartekin við ætlanina at avtaka rentustuðulin.
Politisku eygleiðarrnir eru samdir um, at tað eiga tey ikki at sleppa og at her eiga forfólkini í flokkunum at trakka í karakter.
Samstundis ætlar landsstýrið at lækka almennu íløgurnar. Men politisku eygleiðararnir ávara ímóti at lækka íløgurnar ov nógv, tí vit mugu alla tíðina byggja land.
Tí eru teir samdir um, at tað er raksturin, sum má effektiviserast, men har mala politikarar um hundur um heitan greyt og hava ikki eitt tað einasta boð upp á, hvat skal gerast.
Tað verður ikki sagt eitt orð um at skerja, ella avtaka sjómannafrádráttin, frádráttin til tey, sum arbeiða uttanlands, og aðrar frádráttir.
Tað verður einki sagt um, at vit hava so nógvar, smáar bygdaskúlar, fleiri miðnámsskúlar og eina ørgrynnu av almennum stovnum, har starvsfólkatalið í summum av teimum kunnu teljaqst á aðrari hondini.
Samstundis siga teir, at tað hevur ongantíð verið betri umstøður enn nú at effektivisera raksturin en tað eru nú, tí vit hava arbeiði til allar hendur - og meiri enn tað tí vit noyðast enntá at innflyta eini 1.500 arbeiðsfólk úr útlondum fyri at nøkta tørvin á arbeiðsmegi.
So skuldi onkur mist starvið í sambandi við bygnaðarbroytingar, er lætt at fáa arbeiði aftur, halda teir.