Stjórin á Sjósavninum: Hemarakarið er ein partur av djóravernd

Í viðmerkingateiginum á Facebook gera fólk vart við, at tað líkist ongum at halda hemara í fangilsi. Men stjórin á Sjósavninum vissar, at vælferðin hjá hávunum verður tikin í álvara, og eingin hávur skal brúka alt lívið í einum kari

Steinar Patursson
12. mai 2021 kl. 15:45

Tórshavnar kommuna boðaði í dag frá, at í løtuni verður eitt stórt kar bygt uttan fyri Sjósavnið, og eftir ætlan skal tað í summar verða møguligt hjá gestunum á Sjósavninum at síggja hemarar í stóra karinum.

Tað eru kortini ikki øll, ið eru eins fegin um avgerina at hava hemarar í einum kari. Í viðmerkjarateiginum til Facebookuppslagið hjá Tórshavnar kommunu, eru nógv, ið vísa á sína ónøgd. Yvirhøvur halda tey ikki, at ein hávur hoyrir heima í einum kari.

Soleiðis ljóða nakrar av viðmerkingunum, ið eru at finna á Facebook:

“Passar hatta? At halda djór í fangaskapi, so vit kunnu stuttleika okkum vid tí, hoyrir til undanfarnu øld

Hví ikki lata hemararnar heldur svimja í sjónum, har teir eiga at svimja?

Hví gera tit hatta?! Hemarin hoyrir ikki heima í fangaskapi!

Eg hugsi, at hemarar hoyra heima í sjónum, og ikki í einari karið (líkamikið hvussu stórt tað er)”.

Einki verður gjørt í óðum verkum, ger stjórin á Sjósavninum, Bjørki Geyti, greitt, og vísir tað seg, at hávarnir ikki trívast, so verða teir sleptir leysir aftur.

Bjørki Geyti sigur, at eingin veit, hvussu hemari trívist í fangaskapi, tí eingin hevur havt hemara fyrr.

- Tað hevur verið roynt við systkinabarninum, hvíta hávinum, og tað er fyri so vítt eydnast væl. Men har er tað aftur, at hann verður so risastórur, og hann etur alt, sum er í nánd. So mann hevur ikki havt teir serliga leingi, og tað er nakað tað sama, ið vit hugsa um, at hava hemaran í avmarkað tíðarskeið og vita, hvussu tað gongur. Og um tað eru tekin um mistrivnað, so koyra vit hann út aftur.

Somuleiðis er eisini ætlanin, at hemararnir skulu skiftast út við jøvnum millumbilum, sigur Bjørki Geyti.

- Harumframt vilja vit eisini gjarna skifta djórini út við jøvnum millumbilum – og hetta er eisini galdandi fyri øll hini djórini, ið vit hava. Vit fara ikki at hava ein hemara í allar ævir. Hetta verður eisini gjørt við atliti til stødd. Vit vilja gjarna hava so lítlan hemara sum møguligt, vildi eg næstan sagt.

Hemarin, ið kann liva í umleið 40 ár, kann gerast um 2 metrar langur og viga um 200 pund, kunnar Bjørki Geyti og leggur aftrat, at Sjósavnið vónar at fáa ein hemara á umleið hálvanannan metur.

Sjósavnið hevur enn ikki ásett, júst hvussu leingi hvør hemari skal vera í karinum, áðrenn hann verður sleptur á sjógv aftur.

- Sum sagt veldst tað um, hvussu hemarin hevur tað og hvussu hann trívist. Eg kann ímynda mær, at tað kanska hevði verið eitt ár ella so. Men tað er sjálvandi nakað, ið vit mugu royna okkum fram til.

- Tað er eisini tí, at vit hava eitt fyribilskar, sum er eitt kopi av tí, sum vit hava projektera skal vera í nýggja Sjósavninum.

Um kritikkin á Facebook síðuni hjá Tórshavnar kommunu sigur Bjørki Geyti, at Sjósavnið hevur somu støðu til djóravernd og djóravælferð sum onnur sjósøvn ella akvariu kring heim.

- Vit hava somu støðu, sum akvariu kring heimin hava til at hava háv. Og tað er, at tað at formidla vitan um hemara og hávar yvirhøvur er ein týdningarmikil liður í arbeiðinum at verja hávar. Tað er ikki tað sama at síggja tað á stórskíggja sum at síggja tað í veruleikanum.

Væntandi verður nýggja hemarakarið klárt einaferð fyrst í juni mánaði, og eftir er tað frítíðar- ella ítróttarfiskarar, ið skulu lata Sjósavninum hemaran.