Helt ikki víkiskylduna so tað brast
Ein bilførari missur helst koyrikortið
Áki Bertholdsen
19. apríl 2024 kl. 07:40
Seinnapartin í gjár hendi eitt ferðsluóhapp í Gøtudali. Tað var við Magnstøðina, at tveir bilar stoyttu saman.
Løgreglan sigur, annar bilførarin helt ikki víkiskylduna so tað brast. Tvey fólk vóru í øðrum bilinum og í hinum bilinum var førarin einsamallur.
Øll trý fólkini vórðu førd á Landssjúkrahúsið til kanningar, men tað var einki sum bendi á, at tey høvdu fingið nevnivert av skaða. Hinvegin fóru bilarnir rættiliga illa.
Tá ið bilførari ikki heldur víkiskylduna við teirri avleiðing, at hann renur á, plagar koyrikortið at verða tikið.