Tað hevur verið friðarligt hjá løgregluni hetta seinasta samdøgurið, men í gjár tók løgreglan kortini tríggjar bilførarar fyri ymisk lógarbrot.
Tann álvarsligasta hendingin var á Velbastaðvegnum har ein motorsúkkla og ein bilur stoyttu saman. Óhappið hendi seinnapartin í gjár tá ið ein bilur bakkaði úr eini innkoyring og út á vegin.
Men bilførarin ansaði ikki eftir at beint tá kom ein motorsúkkla við tveimum fólkum koyrandi eftir Velbastaðvegin og tað endaði við, at motorsúkklan rendi á bilin.
Løgreglan sigur, at motorsúkklan koppaði, men tey bæði fólkini komu sjálvi aftur á føtur eftir óhappið, men tey fóru kortini á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Bilførarin er skuldsettur fyri ikki at hava hildið víkiskylduna og tá ið tað elvir til samanstoyt, stendur hann til at missa koyrikortið.
Í ein hálvan tíma í gjárkvøldið gjørdi løgreglan eisiin ferðslukanninar á Sandavágshálsi og har varð ein bilførari tikin.
Men hann koyrdi eisini alt ov skjótt tí hann varð skrásttur fyri at koyra beint yvir 110 kilometrar um tíman, har tað annars er loyvt at koyra 80. Sostatt er hann á markinum ímillum at fáa klipp í koyrikortið og at missa tað.
Ein annar bilførari fekk eisini klipp í koyrikortið fyri at koyra oman eftir Niels Finsensgøtu frá bilastøðini Auto og oman í Steinatún. Har er annars bara loyvi at koyra niðan eftir, so tað fær bilførarin klipp í koyrikortið fyri.