Helmingurin av nevndarlimunum løgdu frá sær

Tríggir nýggir nevndarlimir vórðu valdir í gjár á Skála, har nevndarformaðurin er tann sami

Skála Ítróttarfelag
18. oktober 2024 kl. 11:29

Hósdagin 17. oktober var nevndarval á skránni í Skála Ítróttarfelag.

Í starvsnevndini sita í minsta lagið 4 og í mesta lagið 6 limir. Uppgávan hjá starvsnevndini er at seta samtyktir aðalfundanna í verk, at standa fyri rakstrinum av felagnum og at gera reglugerð ella arbeiðsætlan fyri aðrar nevndir.

Meðan 3 limir av verandi starvsnevnd tóku við afturvali, valdu Jógvan Andersen, Steingrím Jacobsen og Petur Anker Poulsen at takka fyri seg eftir 2 setur.

Eftir nevndarvalið kundi staðfestast, at nýggj starvsnevnd er mannað við 5 limum og 1 tiltakslimi.

Nevndin skipað seg

Nýggja nevndin hevur skipað seg soleiðis:

  • Jóannes A. Prestá, formaður

  • Jóna E. Zachariassen, næstforkvinna

  • Rókur V. Nilssen, nevndarlimur

  • Sveinur Ellefsen, nevndarlimur

  • Jakob Lind Jakobsen, nevndarlimur

  • Eyvindur Jacobsen, tiltakslimur

Nevndin hevur fingið heimmild at seta ein nevndarlim afturat soleiðis at hon verður fullmannað.

Umsjónarøkir

Harnæst hevur nevndin skipað seg við fylgjandi umsjónarøkjum:

  • Umboðan og fyrisiting: Jóannes A. Prestá

  • Fíggjarviðurskifti: Jakob Lind Jakobsen

  • Fótbóltur vaksin: Sveinur Ellefsen

  • Fótbóltur ung: Jóna E. Zachariassen

  • Stuðlar og tiltøk: Rókur V. Nilssen

Ungdómsnevnd

Fundurin gav nýggju starvsnevndini heimmild at seta eina ungdómsnevnd. Hon bleiv ikki mannað á fundinum. Ungdómsnevndin skal í samráð við starvsnevndina skipa og tilrættisleggja ungdómsarbeiði felagsins.

Saman gera vit mun

Felagið eigur nógvar ídnar stuðlar og nýggja nevndin vónar at enn fleiri hendur vilja verða við at stuðla arbeiðinum eftir teirra førimuni. Tað eru vit øll í nærumhvørvinum, ið saman gera ein mun og flyta felagið framá.

Vit takka farandi starvsnevndarlimum og ungdómsnevndini stórliga fyri teirra stóra arbeiði!