Klokkan 18 verður fyrsta bríksl á Eleda stadion í Malmø. KÍ er á útivølli ímóti Malmø FF, sum eigur stolta søgu í svenskum fótbólti, og sum áður hevur staðið seg væl í Europa. Seinastu árini hevur Malmø fleiri ferðir verið í bólkaspæli, men framvegis er tindurin, tá ið felagið í 1979 og undir gomlu skipanini vann seg í Europa Cup finaluna fyri meistaralið. Tað var ímóti Nottingham Forest. Finalan varð spæld á olympiska leikvøllinum í München, og eingilska felagið við Brian Clough á odda vann 1-0. Málskjútti dygst undan steðginum var Trevor Francis.
Malmø er klárt topplið í svensku kappingini, og í kvøld er Malmø stórfavorittur ímóti KÍ.
Í føroyskum høpi eigur KÍ langa og stolta søgu í Europa. Í kvøld fara klaksvíkingar fyri 56. ferð á vøllin í europeiskum dysti. Setningurin í kvøld er at verja og syrgja fyri, at møguleikin fyri at halda fram í kappingini ikki verður burtur, tá ið Malmø FF um eina viku verður gestur í Klaksvík.
Hetta handverkið hava teir í KÍ ofta áður víst, at teir megna:
Fyri einum ári síðani, 2. august, var KÍ í Svøríki og spældi ímóti BK Häcken. Í Gøteborg var úrslitið eftir longda leiktíð 3-3, og so var neyðugt við brotssparkskapping, sum KÍ vann 4-3. Tað var ta ferðina, at norski miðverjin Vegard Forren skoraði 4-3 sigursmálið.
Vegard Forren er ein av fýra spælarum, sum í Gøteborg var millum teir fyrstu ellivu, og sum ikki er við í Malmø. Hinir eru Nils Jonatan Johansson, Jákup B. Andreasen og Luc Kassi. Ta ferðina var Páll A. Klettskarð á beinkinum alla tíðina, tí hann var ikki komin fyri seg eftir skaða í norðoyastevnudystinum.
21 spælarar vóru í hópinum í Gøteborg fyri einum ári síðani. 10 av teimum eru ikki í ferðalagnum íMalmø.
Umframt omanfyri nevnu eru teir Markus Pettersen, Jonn Johannesen, Sivert Gussiås, Símun Kalsø, Hallur Hansson og Jóhan Josephsen.