Helgi Winther Olsen vann FM í býarsúkkling

Týsdagin vann Helgi Winther Olsen FM-heitið í býarsúkkling í høvuðsstaðnum. Veðrið var ikki av tí fagrasta og skjótt gjørdist tað greitt, at vátu svingini vóru stóra avbjóðingin. Nógv vóru um at detta og nøkur duttu, tá ið tey við ov høgari ferð slongdust gjøgnum svingini. Soleiðis spældist eisini av í bólkinum, ið elti álopinum hjá Helga

Mynd frá kappingini týsdagin. (Mynd: sst.fo/Ólavur Frederiksen).
Kristian Waag Dam
16. juni 2022 kl. 10:08

Týsdagin var súkklað um FM-heitið í býarsúkkling í høvuðsstaðnum. Á heimsasíðuni hjá Sersambandinum fyri Súkkling og Triathlon stendur, at talan var um ”ólavsøkuveður kryddað við vindi”: Kámt, vátt og vindur omaná. Men umstøðurnar vóru ongin forðing fyri, at kappingin kundi fara á rull sum ætlað, hóast veðrið spældi summum av súkklarunum eitt puss.

Startur og mál varð Velbastaðvegnum uttanfyri Wenzel. Súkklað varð við sólini í ring – fyrst niðan eftir Velbastaðvegnum, har vent varð til høgru oman eftir Kirkjubøarvegnum, síðani til høgru oman eftir Marknagilsvegnum og at enda til høgru niðaneftir Velbastaðvegnum á mál við Wenzel aftur.

Teinurin varð 1,2 km langur við 30 hæddarmetrum. Súkklað varð í 45 minuttir + trý umfør. Tað vil siga, at tá ið 45 minuttir vóru farnir, varð ringt á eina klokku og súkklað varð trý umfør afturat.

Niðanfyri sæst ein nágreinilig frásøgn av stríðnum um FM-heitið, ið eisini er at finna á heimasíðuni hjá Sersambandium fyri Súkkling og Triathlon:

TAKTISK ÁLOP

Kappingin var frá byrjan merkt av taktiskum álopum. Teinurin er ein ringteinur, við tveimum svingum í høgari ferð og einari mótbrekku, har álop oftast standa bæði í svingum og brekku. So var eisini hesuferð, tá ið Hilmar Hansen leyp á aftanífrá í feltinum, tá ið ferðin í mótbrekkuni var lág eina løtu. Hann setti hart á og fekk beinavegin ein góðan mun á 100 metrar. Jákup Petur Eliassen setti eftir honum og feltið fylgdi við. Longu eitt umfar seinni fekk Jákup Petur fatur í Hilmari aftur, men í somu løtu hann kom fram á Hilmar, leyp Helgi Winther Olsen á í kontra og slapp avstað við 100 metrum. Tá varð feltið slitið, og Jákup Petur og Hilmar saman við Gunnari Dahl-Olsen settu á eftir Helga.

AVBJÓÐANDI SVINGINI GJØRDU MUNIN

Tað gjørdist skjótt súkklarum greitt, at vátu svingini vóru stóra avbjóðingin. Nógv vóru um at detta og nøkur duttu, tá ið tey við ov høgari ferð slongdust gjøgnum svingini. Soleiðis spældist eisini av í bólkinum, ið elti álopinum hjá Helga. Jákup Petur var fyrstur inn í svingið áðrenn brekkuna, og í roynd at vinna inn aftur, skriðu hjólini undan og Jákup Petur datt. Eingin skaði stóðist, men Jákup Petur steðgaði í kappingini. Hilmar og Gunnar komu trygt gjøgnum svingið og kundu halda á. Hilmar leyp á aftur í brekkuni og slapp leysur frá Gunnari og súkklaði allan vegin fram til Helga.

ØKTU MUNIN

Saman øktu Helgi og Hilmar frástøðuna til Gunnar soleiðis at munurin gjørdist størri fyri hvørt umfar. Hart stóð á, men í mótvindinum í mótbrekkuni áttu teir fyrimunin saman, móti Gunnari ið súkklaði einsamallur. Tá ið fýra umfør vóru eftir, setti Helgi á og slapp undan Hilmari. Helgi økti síðani munin seinastu umførini, vann kappingina og gjørdist føroyameistari í býarsúkkling 2022. Hilmar vann sær eitt trygt annaðpláss og Gunnar gjørdist dagsins triðskjótasti. Niklas Hallgren Niclassen vann U23 ungdómsbólkin.

Í kvøld verður kappast um FM-heitið í tíðarsúkkling á Strondum, og leygardagin skal FM-heitið um vegasúkkling avgreiðast í Skálavík á Sandoynni.