Helgi var í stórum stíli

Føroyar taptu 3-1 fyri Turkalandi í øðrum umfari á talvolympiaduni í Budepest

Helgi Dam Ziska. Føroyski stórmeistarin gjørdi ein vørr á 1 borði og koppaði sterkasta turkiska telvaranum
Talvsamband Føroya
12. september 2024 kl. 23:21

Dysturin var spennandi, og føroysku telvararnir góvu tí sterka turkiska liðnum dygga mótstøðu á øllum borðum.

Helgi Dam Ziska fekk eina makaleysa uppreisn eftir snópisliga ósigurin í gjár, tá ið tíðin gekk undan í vunnari støðu. Helgi telvaði sera væl í dag og vann ógvuliga sannførandi við hvíta fólkinum á 1 borði. Føroyski stórmeistarin offraði mann, afturfyri fekk hann tvær finnur og rúmari ræsur. Turkurin kendi seg so kroystan, at hann læt mannin aftur fyri tvær finnur, so at javnvág var í fólkameingi, men nú hevði Helgi fingið takið á honum og gøllhelt um fyrimunin. Til endans var tað næstan kettunar leikur við músina til turkiski toppspælarin gav upp ond.

Høgni var í essinum við svarta fólkinum og stóð eitt skifti betur, men tá støðan var vorðin rættiliga spent og fløkt, fór hann tíverri skeivur. Hjá Luitjeni var eisini eldur í á borðinum eina løtu, turkurin hugsaði í hálvan tíma, tá roykurin hekk tjúkkur yvir borðið, men honum eydnaðist at stýra beint og vinna. Rógvi hevði púra javnt talv, men í skiftinum úr miðspæli í endatalv reyk ein finna, og tíverri eydnaðist ikki Rógva at halda støðuni.

Kanska hevði John Rødgaard munað væl í dysti sum hesum, tí hann hevur tann internationala stílin, sum so mangan hevur verið honum satt bulvirki móti heilt sterkum telvarum.

Í gjár vunnu vit 3-1 á veikum mótstøðuliði, Helgi tapti sum hin einasti. Í dag móti sterkum mótstøðuliði tapa vit 3-1, og nú er Helgi hin einasti, sum vinnur. Vit plaga viðhvørt at siga, at harðari mótstøðan er, betur telvar Helgi. 

Hetta var fjórði OL-dysturin í talvi móti Turkalandi. Í 1970 formáddu vit okkum lítið og taptu 4-0. Sama var í 1974. Í 1990 eydnaðist at fáa eitt hálvt stig, tí syrgdi Jens Chr. Hansen fyri á 3 borði. Í 2000, tá olympiadan var í Istanbul, hevði Turkaland tvey lið við. Tá vunnu vit 2½ - 1½ á turkiska B-liðnum.

Turkaland hevði stórmeistarar á øllum borðum í dag og eitt miðalstyrkital, ið táttar í 2600. Teir eru styrkismettir nummar 22 av teimum útivið 200 liðunum, sum við eru.

Føroyar (66)  -  Turkaland (22)  1 - 3

GM Helgi Dam Ziska (2553)  -  GM Mustafa Yilmaz (2587)  1 - 0

Høgni Egilstoft Nielsen (2379)  -  GM Ediz Gurel (2602  0 - 1

Rógvi Egilstoft Nielsen (2278)  -  GM Yagiz Kaan Erdogmus (2592)  0 - 1

Luitjen Akselsson Apol (2219)  -  GM Emre Can (2547)  0 - 1

John Rødgaard eygleiddi dystin á síðunlinjuni í Budapest, og hevur sent hesa frásøgn frá dystinum:Skulu vit flenna ella gráta?

Vit spældu móti Turkalandi, stórmeistarar á hvørjum borði, 2582 í miðastyrkitali, og tí risastórir favorittar.

Men hvar hendir?

Tá tíðartrýstið nærkaðist kring leik 40, var støðan næstan tann, at Føroyar stóðu til at vinna dystin!

Men mótstøðumenninir eru ikki stórmeistarar av ongum. Teir royndu allar sínar snildir, og tíverri fóru tríggir av okkara monnum í felluna.

Men ikki okkara stórmeistari. Hann telvaði eitt hitt besta og flottasta talvið, sum eg leingi havi sæð. Offraði mann fyri tvær miðfinnur, helt trýstinum væl, tók ikki av, tá mótstøðumaðurin legði upp til leikendurtøku og remis, og til endans sóu vit eina fiksa manstøku. Tað var sera flott.

Mótstøðumaðurin hjá Høgna varð vist stórmeistari longu sum tólv ára gamal. Nú er hann 16. Høgni offraði finnu fyri virkið spæl. Hann fangaði kongin hjá mótpartinum á miðjum borði, og hevði í hvussu ta einu ferðina - kanska tvær ferðir - avgerandi fyrimun í støðuni. Tíverri var sigursleiðin bæði fløkt og vágin, og Høgni, sum var kroystur á klokkuni, hættaði sær ikki at satsa. Og er tíðin knøpp móti stórmeistara, og støðan hartil fløkt, tá er ikki óvanligt, at tú snávar. Høgni gjørdi tíverri eitt stórt mistak og tapti. Tað var spell.

Rógvi telvaði væl og trygt. Leingi tóktist talvið at fara at enda javnt, men so sníktu smærri óneyvleikar seg upp í, og fert tú at ivast, hvørji hyggjuráðini eru, er avleiðingin ofta tann, at støðan viknar. Rógvi hevði yvirsæð eina fintu í drúgva roknistykkinum, brádliga átti turkurin ein eitraðan riddaragaffil, sum vann honum eina finnu. Teldan sigur, at endatalvið kann bjargast, men hjá vanligum fólki er tað møtimikil uppgáva.

Luitjen endaði í hørðum bardaga. Teir syftust báðar vegir. Báðir skiftust um fyrimunin. Til endans átti stórmeistarin eina snilda vending, sum tryggjaði honum eina frífinnu, sum ikki kundi steðgast.

Tað endaði 3-1 til Turkaland, men eg eri ovfarin av hvussu væl mínir liðfelagar telvaðu. 

Palestina í triðja umfari

Í triðja umfari í morgin fríggjadagin telva Føroyar móti Palestina. Haðani frættist dagliga um neyð og sorgarleikir í Gaza. 

Palestina, sum stórur meiriluti í ST hevur virðurkent sum sjálvstøðugt land, var á fyrsta sinni á talvolympiadu í 1988. Tá vunnu Føroyar 4-0. Í Mallorca í 2004 høvdu vit annan dystin móti palestinum. Tá vunnu føroyingar 2½ - 1½.

Miðalstyrkitalið hjá Palestina táttar í 2100, so teir eru als ikki fyri ongum, tó at teir eru styrkismettir sum nummar 115.