Helgi fremri enn íslendingar

Íslendingar eiga einar tólv virknar stórmeistarar - Føroyar afturímóti bara ein. Men nú er støðan tann, at føroyski stórmeistarin, Helgi Dam Ziska, hevur trokað allar íslendingar av á altjóða ratinglistanum. Hetta er fyrsta ferðin nakrantíð, at føroyskur telvari er fremri enn allir telvarar í Íslandi

Tíðindaskriv
4. apríl 2022 kl. 07:30

Nú altjóða talvsambandið FIDE hevur kunngjørt nýggjasta styrkilistan fyri apríl 2002, kunnu føroyingar bretta sær á.

Íslendingar hava altíð staðið føroyingum sum lýsandi fyridømi í talvi. Tað er ikki av ongum, at Ísland hevur havt støðu sum lutfalsliga fremsta talvtjóðin í heiminum eftir fólkatalinum. Íslendska talvsøgan er so glæsilig, at hon kann sammetast við víðagitnu fornsøgurnar. 

Íslendingar eiga einar tólv virknar stórmeistarar - Føroyar afturímóti bara ein. Men nú er støðan tann, at føroyski stórmeistarin, Helgi Dam Ziska, hevur trokað allar íslendingar av á altjóða ratinglistanum. Hetta er fyrsta ferðin nakrantíð, at føroyskur telvari er fremri enn allir telvarar í Íslandi.

Helgi hevur styrkitalið 2549. Sterkasti telvari í Íslandi - stórmeistarin Hjørvar Steinn Grétarsson - hevur styrkitalið 2542. Í hølunum á honum er annar stórmeistari, Heðin Steingrímsson. Hann hevur styrkitalið 2538. Tríggir aðrir íslendingar eru omanfyri 2500. Ein er Hannes Stefansson, sum hevur verið íslendskur meistari heilar trettan ferðir.

Ísland dragnar
Íslendingar eru ikki longur so frammarlaga í talvi, sum teir fyrr hava verið. 

Mætasti telvari í Íslandi man Fríðrikur Ólafsson hava verið. Í skiftinum úr 50- í 60-árini taldist hann millum teir bestu í heimi. Í 1959 var hann millum teir átta, sum kappaðust um rættin at vinna seg í HM-finaluna. 

HM-finalan í Reykjavík í 1972 millum Boris Spasski og Bobby Fischer elvdi til eina sanna talvveking í Íslandi. Í 80-unum komu fleiri stórmeistarar undan kavi. Fýra skaraðu framúr. Jóhann Hjartarsson, Margeir Pétursson, Helgi Ólafsson og Jón L. Árnason. Við teimum fekk Ísland eitt sera sterkt OL-lið. Í 1986 toppaðu teir við einum fjórðaplássi. Teir stríddu seg til 2-2 móti mæta Sovjettsamveldinum við bæði Kasparov og Karpov á liðnum. Jóhann Hjartarsson gjørdi bart í HM um sama mundið. Hann koppaði Viktor Korchnoi í áttandapartsfinalunum, men mátti lúta fyri Anatolij Karpov í fjórðingsfinaluni. Jóhann var í 1989 nummar 11 í heiminum. 

Hóast Ísland støðugt hevur vorpið nýggjar stórmeistarar, so at teir í dag eru útivið fimtan í alt, eru teir kortini dragnaðir so líðandi hesi seinnu árini. Kortini hevur klassamunur verið á teimum og okkum. Vit hava møtt Íslandi fýra ferðir í týðandi landsdystum. Tríggjar ferðir í OL og einaferð í EM. Í OL 2004 taptu vit 3-1 á Mallorca. Hans Kristian Simonsen og John Rødgaard fingu flott remis. Tíggju ár seinni tóku vit teir á bóli. Tá endaði tað javnt 2-2 norðuri í Tromsø í Noregi. Olaf Berg vann á triðja borði, John Rødgaard og Høgni Egilstoft Nielsen kláraðu remis, men á fyrsta borði tapti Helgi fyri Hannesi Stefanssyni. Árið eftir fingu teir revansju á heimavølli. Ísland hýsti EM-stevnuni, og í Laugardalshøllini vunnu teir 3½-½. Bara Helgi fekk remis á 1. borði. Sama var í OL í 2016. Aftur 3½-½ til Ísland, og aftur remis á 1. borði millum Helga og Hannes Stefansson.

Men nú hendi so tað, sum í huganum á eldri føroyskum telvarum man tykjast heldur enn ikki veruleikafjart. Okkara besti er nú betri enn allir telvarar í Íslandi!

Topp fimm í Íslandi (apríl 2022)
1. GM Hjørvar Steinn Grétarsson 2542
2. GM Heðinn Steingrímsson 2538
3. GM Henrik Danielsen 2531
4. GM Hannes Stefansson 2525
5. GM Vignir Vatnar Stefansson 2501

Føroyar ota seg fram
Tølini kvinka spakuliga uppeftir hjá flestu av føroysku topptelvarunum á nýggja FIDE-styrkilistanum. Tað ber í sær, at Føroyar førka seg rætta vegin í mun til hini londini. 

Føroyar hava flutt seg trý pláss fram á nýggja listanum. Vit vóru nummar 75, nú eru vit nummar 72. Í alt eru 152 lond á FIDE-listanum. Føroyar, ið teljast millum smæstu limalondini í altjóða talvsamgonguni, eru kortini í fremru hálvuni í røðini. Miðalstyrkitalið hjá Føroyum er 2309. Styrkitalið fyri hvørt land er miðaltalið hjá fremstu tíggju telvarunum.

Russland hevur altíð verið fremsta land í talvi, tó at teir ikki altíð hava vunnið OL tey seinnu árini, men her er nú ein søgulig vend íkomin. USA hevur nevniliga lagt Russland afturum seg á fyrsta sinni. USA hevur styrkitalið 2728 og Russland 2712. Tungan á vágskálini er armenski stórtelvarin Levon Aronian, sum herfyri skifti sín talvtjóðskap út. Ósemja við armenska talvsambandið fekk Aronian at flyta til USA.

Okkara toppur
Stórvegis broytingar eru ikki á føroyska talvparnassinum. Í Føroyum vórðu 350 telvarar skrásettir á styrkilistunum hjá teimum níggju feløgunum, sum kappaðust í landskappingini, ið endaði fyri viku síðani. Vit kveita at toppinum:

15 teir bestu (apríl 2022)
1. GM Helgi Dam Ziska, HT 2549
2. FM Høgni Egilstoft Nielsen, ST 2410
3. FM Rógvi Egilstoft, ST 2369
4. IM John Arni Nilssen, ST 2334
5. IM John Rødgaard, VT 2324
6. FM Martin Poulsen, HT 2311
7. FM Flóvin Tór Næs, HT 2209
8. FM Olaf Berg, HT 2204
9. Bogi Ziska, TT 2190
10. Ólavur Simonsen, KTF 2189
11. Jóan Hendrik Andreasen, HT 2187
12. Hans Kristian Simonsen, KT 2176
13. Carl Eli Samuelsen, HT 2168
14. Eyðun Nolsøe, KTF 2163
15. Luitjen Akelsson Apol, HT 2160

Heimsins bestu
Til endans kunnu vit hyggja at, hvørjir tíggju eru teir fremstu í heiminum í løtuni: 

1. Magnus Carlsen (Noreg) 2864
2. Alireza Firouzja (Frakland/Iran) 2804
3. Liren Ding (Kina) 2799
4. Levon Aronian (USA) 2785
5. Fabiano Caruana (USA) 2781
6. Wesley So (USA) 2778
7. Richard Rapport (Ungarn) 2776
8. Anish Giri (Holland) 2773
9. Ian Nepomniachti (Russland) 2773
10. Shakhriyar Mamediyarov (Aserbadsjan) 2771