Helgi er aftur í Hoyvík

Strikuspælarin á landsliðnum er givin í Norra og fer nú at eiga fleiri leiklutir í H71

Mynd H71
Jóannes Hansen
11. juni 2024 kl. 22:30

H71 skrivar soleiðis í kvøld:

Eftir fleiri ár í Danmark og Norra sum yrkisleikari kemur Helgi heim aftur. Hann kemur at arbeiða sum ungdomsvenjari, og kemur eisini at hava aðrar samskipandi- og samskiftisuppgávur fyri felagið

Helgi kemur eisini at styrkja okkum um besta mans hópin nú vit aftur í ár fara út í Evropa at kappast, skrivar H71 í kvøld.