Helgi Abrahamsen: Umstrídda lógaruppskotið er tikið aftur

Umhvørvis- og vinnulívsmálaráðharrin hevur tikið uppskotið um at leingja sáttmálarnar hjá ávísum starvsfólkum í Almannaverkinum aftur. 36 fakfeløg ætlaðu at mótmæla uppskotinum, tí tey mettu, at tað gjørdi seg inn á verkfalsrættin. Men nú er kunngjørt, at verkfallið hjá Pedagogfelagnum er av. Landsstýrismaðurin tók tí uppskotið aftur, og fakfeløgini hava boða frá, at stríðsstigini vera av ongum

Katrin Joensen-Næs
20. juni 2021 kl. 11:17

Føroya Pedagogfelag, Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið fóru aftur til samráðingarborðið í gjár. Ætlanin var upprunaliga ikki at undirskriva sáttmála, men sambært semingsmanninum gingu samráðingarnar so mikið væl, at sáttmáli varð undirskrivaður seint í gjárkvøldi – og verkfallið er avblást.

Tí hevur Helgi Abrahamsen, umhvørvis- og vinnulívsmálaráðharri, tikið umstrídda lógaruppskotið aftur. Uppskotið snúði seg um at leingja sáttmálarnar hjá ávísum starvsfólkum í Almannaverkinum, sum ikki kunnu fara í arbeiðssteðg, tí tað stendur um lív og heilsu. Sambært uppskotinum er tað Almannaverkið, sum metir um hvørji starvsfólk, tey ikki kunnu vera fyriuttan.

Sambært 36 fakfeløg gjørdi uppskotið seg inn á verkfalsrættin. Fakfeløgini høvdu tí áður heitt á Helga Abrahamsen um at taka uppskotið aftur, og ætlanin var at kunngera stríðsstig hetta vikuskiftið. Men hetta verður av ongum, nú uppskotið er tikið aftur.