Í dag varð enn ein roynd gjørd at velja borgarstjóra í Vágs býráði.
Ein roynd varð gjørd hósdagin, men tað bar ikki til, tí umboðini fyri Sambandsflokkin, og tvey umboð fyri Javnaðarflokkin, Levi Mørk og Rakul Nolsøe í Lágabø, møttu ikki - og varafólkini fingu heldur ikki møtt.
Tað merkir, at bara Bjarni Johansen og tey fýra umboðini fyri Tjóðveldi møttu. Og so bar ikki til at velja borgarstjóra, tí tá skal býráðið verða fullmannað.
Í dag varð býráðið so aftur kalla saman at velja borgarstjóra, men heldur ikki hesa ferð varð býráðið fullmannað.
Tjóðveldi og Bjarni Johansen møttu á fundi og tað gjørdi Marin Gaardlykke úr Sambandsflokkinum eisini.
Á fundinum í dag møtti Meinhard Edmund Vestureið sum varamaður fyri Sambandsflokkin. Hann er triði varamaður, so hvørki fyrsti, ella annar varamaður fekk møtt.
Sostatt møtti einki umboð, og heldur einki varaumboð, fyri Javnaðarflokkin, so aftur hesa ferð, var talan um eitt stuttan fund upp á umleið ein minutt, tí býráðið var ikki fullmannað.
Orsøkin til hesa merkisverdu støðuna er ósemjan, sum hevur tikið seg upp í Javnaðarflokkinum,
Arni Brattaberg úr Tjóðveldi, er fyrst valdur býráðslimur í Vági so tað er hann, sum kallar býráðið saman at velja borgarstjóra.
Eftir býráðsvalið vórðu Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin í Vágs Býráð samdir um at skipa samgongu við Levi Mørk sum borgarstjóra.
Men beint sum ætlanin var at skriva undir semjuna, vildi Bjarni Johansen brádliga ikki skriva undir semjuna. Ístaðin kastaði hann saman við Tjóðveldi um at skipa samgongu við honum sum borgarstjóra.
Hini báðir býráðslimirnir fyri Javnaðarflokkin, Levi Mørk og Rakul Nolsøe í Lágabø sótu so eftir í andstøðu.
Hendan fløkjan hevur elvt til, at hvørki Levi Mørk ella Rakul Nolsøe í Lágabø hava møtt á teimum báðum býráðsfundunum, Arni Brattaberg hevur kallað sama til.