Tórsvøllur: KÍ 2 – 1 Ballkani (4-4 samlað og Ballkani víðari upp á brotssparkskapping)
Eftir ein sera spennandi og dramatiskan dyst á Tórsvølli í kvøld, so má tíverri staðfestast, at KÍ heldur ikki kemur í eitt evropeiskt bólkaspæl í ár. Hóast KÍ í kvøld hevði uppiborið at fingið møguleikan at spælt playoff-dystir móti liðnum úr Norðurmakedonia, Shkupi, so er tað heldur FC Ballkani úr Kosovo, ið sleppur at spæla playoff-dystir móti sínum lagsbrøðrum úr Norðurmakedonia, av tí at Shkupi er stovnað av fólki, ið hava albanskan uppruna.
Men aftur til dystin í kvøld. KÍ skuldi hava eitt mál, fyri at fáa spenning í aftur, men bæði liðini byrjaðu heldur hóvliga, og tað sást til tíðir eisini, at Ballkani-leikararnir høvdu fingið boð um at spilla tíðina við at leggja seg niður og eymka seg, tá høvið beyðst. Serliga var tað 9-arin hjá Kosovo-monnum, Albion Rrahmani, ið dámdi væl at liggja niðri og spilla tíðina.
Ballkani-leikararnir dugdu væl at flyta bóltin skjótt ímillum sín, men tað vistu vit væl frá fyrra dystinum, tó uttan at tað gjørdist vandamikið fyrstu løtuna av dystinum, har vit ikki sóu teir stóru málmøguleikarnar.
Tað mátti eitt kiksað útspark til, áðrenn vit fingu fyrsta veruliga málmøguleikan, tá Mathias Kronberg sparkaði bóltin út til ein Ballkani-leikara, sum stóð væl fyri beint uttanfyri KÍ-brotsteigin. Men tá hann skuldi senda bóltin í tóma KÍ-málið, eydnaðist tað Kronberg mestsum at strekkja longutong út úr øðrum fingravøttinum og bjarga bóltin út til horna.
Men tað var ein fyrri hálvleikur, har tað ofta vóru spentar støður, men teir heilt vandamiklu málkjansirnar manglaðu.
Tó so, so kundi Jóannes Bjartalíð lagt KÍ á odda, tá hann við góðum skoti skeyt bóltin móti Ballkani-málinum eftir hornaspark, men tíverri fyri hann og KÍ, so fór bólturin uppum.
Ballkani fekk eisini bóltin í KÍ-málið í fyrra hálvleiki, men eftir heldur langa umhugsunartíð, valdi linjuverjin at lyfta flaggið upp í loft - til stóra misnøgd hjá bæði Ballkani-leikarunum og teimum, ið sótu á bonkinum.
0-0 í hálvleikinum.
Men í seinna hálvleiki kom veruliga lív í dystin.
KÍ mundi fingið eina dreymabyrjan, tá gott innlegg frá Da Silva fann Páll Klettskarð við handaru stong, men so var tað tíð hjá Ballkani-málverjanum, at strekkja sína longutong úr
Fimm minuttir seinni kom Jóannes Bjartalíð sær í góða støðu, men tíverri fyri hann, so lá bólturin til kalda vinstra beinið, og skotið fór uppum.
Minuttin seinni sá tað út sum bólturin var innanfyri mállinjuna, tá Páll Klettskarð, eftir innlegg frá baklinjuni, hamraði til við vinstra beinið. Skotið fór á yvirleggjaran og niður í svørðin. At síggja til var bólturin innanfyri, men so er spurningurin, um bólturin var heilur innanfyri (Eftir dystin sá undirritaði hendingina aftur, og tá sást, at bólturin var innanfyri).
Huldumálið, ið kanska kostaði KÍ víðari luttøku í evropeiskum fótbólti (Mynd: Televarpið)
Men tað gjørdi kanska einki, tí í næsta álopinum bragdaði tað hjá KÍ.
Vit vita, at KÍ leggur stóra orku í deyðbóltsstøður, og tað var júst ein deyðbóltur, sum skuldi til fyri at hjálpa klaksvíkingum nærri bólkaspælinum í Europa Conference League. KÍ hevur horna í høgru. Nógvir mans standa kring Ballkani-málverjan, men heldur enn at skjóta bóltin innfyri, so leggur Árni Frederiksberg bóltin útfrá, árakað brotssparksblettin, har Mads Boe Mikkelsen kom stórleypandi og knallaði bóltin inn, og so var 1-0 til KÍ. Tá vóru 56 minuttir leiktir.
KÍ hevði mestsum alt yvirtakið í seinna hálvleiki, og tí var tað sum at fáa ein kaldan vøtt frammaná hjá norðoyingum, tá Ballkani einaferð var komið á forkunnuga vitjan á KÍ-hálvuni. 17-arin hjá Ballkani kom at standa væl fyri beint uttanfyri brotsteigin, gjørdi eina smarta vending, og so smekkaði hann bóltin í KÍ-málið. 1-1, men tað var ikki heilt uppiborið, um vit hyggja eftir leikgongdini í seinna hálvleiki.
Men júst sum vit trúðu, at nú var leyst og liðugt, so svaraði KÍ aftur. Da Silva hevði spælt seg heitan og gjørdist alsamt meira eyðsýndur, soleiðis sum dysturin leið. Ballkani royndi at dríggja tíðina sum best ber til, men KÍ og Da Silva vildu tað øðrvísi. Vinstri bakkurin var komin væl framvið í vinstru, tá hann fær bóltin, men tá vit øll á Tórsvølli í kvøld væntaðu okkum enn eitt innlegg, so gjørdi Da Silva ikki frægari enn at smekka til móti málinum, og bólturin sníkti seg inn við handaru stong. 2-1 til KÍ og game on!
Í longdu leiktíðini komu bæði liðini til góðar málmøguleikar, men meira tíð gekk til at strekkja vøddarnar út hjá leikarum á báðum liðum, ið sóu út til at fyrireika seg til brotssparkskappingina.
Og júst ein brotssparkskapping er ein fifty-fifty kjansur fyri, at tú kanst tapa, og tíverri fyri KÍ-viðhaldsfólk, so var tað KÍ, sum tapti brotssparkskappingina og má taka sær til takkar við Silvaland enn eitt ár, men trúgv mær, í næsta ár verður egnt enn meira og fyrireikingarnar til tann heilt stóra túrin eru allarhelst longu í gongd, tí hóast skuffilsi er stórt í kvøld, so rokni eg við, at KÍ kemur sterkt aftur komandi ár, so Silvaland verður skift út við Dreymaland og evropeiskt bólkaspæl.
KÍ-byrjunaruppstillingin sá soleiðis út:
Mathias Rosenørn – René Shaki Joensen, Heini Vatnsdal, Deni Pavloivc, Patrick Da Silva – Claes Philip Kronberg, Mads Bo Mikkelsen, Jákup B. Andreasen – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Jóannes Bjartalíð
Á beinkinum: Meinhardt P. Joensen, Géza Túri, Dmytro Lytvyn, Jesper Brinck, Jonn Johannesen, Jóannes K. Danielsen, Dávid B. Andreasen, Børge Petersen, Valerijs Sabala, Óli Eyðsteinsson Poulsen, Anders Sølvsten Holvad
Venjari: Mikkjal K. Thomassen
Dómarabólkur úr Georgia: Goga Kikacheishvili, Davit Gabisonia, David Chigogidze og Irakli Kvirikashvili (4. dómari)