Heitasti dagur í nýggjari tíð í Evropa

Fyri 44 árum síðani blivu máld 48 stig í Grikkalandi. Í dag bleiv hetta metið tikið

Leif Láadal
11. august 2021 kl. 17:58

Tað er heitt í Suðurevropa – rættiliga heitt. Í Italia og Spania eru fleiristaðni máld omanfyri 45 stig í dag, og sambært skrásettum mátingum, varð higartil málda hitametið í Evropa, ið varð mált í Athen í Grikkalandi í 1977, sligið í dag. 

Í býnum Siracusa á Sisilia í Italia máldu tey 48,8 stig klokkan 13.15 í dag. Sostatt er hægsti skrásetti hiti í Evropa máldur í dag.

Áðrenn í dag, var hægsti hiti í Evropa máldur í Athen í 1977. Tá var hitin 48 stig.

Tað var veðurtænastan SIAS, sum máldi hitan á Sisilia í dag.

Kelda: TV2