Tað hevur verið rættiliga nógvur vindur í nátt og løgreglan hevur havt úr at gera at taka telefonina við fráboðanum um vindskaðar.
Løgreglan sigur, at tað brast á klokkan fýra í nátt og tey hava fingið nógvar fráboðanir um skaðar.
Tað er runt um alt landið og talan er um vindeygu, sum eru farin ígjøgnum tí okkurt er fokið í tey og talan er um takplátur, sum fúka í vindinum.
Og í Hoyvík var ein altanur við at skrædna úr einum húsum og aðrastaðni hava takplátur og ryggásir rivið. Einar tvær staðni hava bátar slitið endar, men teir vórðu bjargaðir og bundnir aftur, áðrenn nakar skaði hendi.
Løgreglan sigur, at hóast hann minkar vindin skjótt, kann tað kortini vera vandamikið, tó ymiskt fýkur í vindinum, so tey heita á fólk um at ansa sær.