Savnsmynd
Heita á bilførarar um at ansa serliga væl eftir børnum í dag
Í dag eru nógv skúlabørn at síggja úti í ferðsluni
Áki Bertholdsen
11. oktober 2024 kl. 08:12
Í góðveðrinum í dag eru tað fleiri skúlar kring landið, sum nýta høvi til at hava tað árligu skúlarenningina.
Løgreglan sigur, at fleiri skúlar hava ringt at boða frá, at skúlarenning er í dag.
Tað merkir, at túsundtals børn verða at síggja í ferðsluni í dag, serliga nú fyrrapartin. Og tí heitir løgreglan staðiliga á bilførarar um at ansa væl eftir teimum, og at koyra varliga.