- Takk til øll tykkum, sum hava stuðla mær og verið ein partur av vøkstrinum hjá Vivino síðan stovnania, skrivar Heini Zachariassen á Facebook fyri lítlari løtu síaðn.
Hann staðfestir, at hann er sínari familju og øllum starvsfólkunum í Vivino sera takksamur.,
- Eg takki familjuni, starvsfólkunum, íleggjarum, partnarum, okkara samfelag her og vínídnaðinum. Hetta hevur verið ein spennandi túrur, men vit hava framvegis langt eftir á mál, skrivar Heini Zachariassen.
Hann ynskir teimum, sum hann kappaðist ímóti til lukku við innstillingini og ynskir hinum vinnarunum hjartaliga til lukku við heiðrinum.
- Tað eru nógv sera dugnalig fólk her sum vit ferðast og tit halda meg til eldin, sigur Heini Zachariassen.