Í dag var hann fyri síðstu ferð á listanum hjá KÍ. Nú er tað greitt, at Heini Vatnsdal tvey tey næstu árini fer at spæla við B36.
B36 skrivar soleiðis nú beinanvegin eftir kappingarlok:
Flerifaldi meistarin er klárur at fara í arbeiðshandskarnar í hvíta og svarta búnanum.
Heini Vatnsdal vann FM við HB í 2013, spældi síðani omanfyri 100 dystir við Fremad Amager í næstbestu deildini í Danmark áðrenn hann lyfti FM steypið fyri KÍ í 2021, 2022 og 2023.
Síðstu vikurnar hevur nýggi ítróttarstjórin, Tummas Erling Djurhuus arbeitt miðvist við at fáa hópin fyri 2025 uppá pláss.
- Í Heina Vatnsdal fáa vit ein sera sterkan og royndan miðverja, sum vit meta er ein fongur fyri B36, sum fer at styrkja væl um okkara besta manslið.
Eg haldi, at áskoðarnir skulu gleða seg at síggja Heina Vatnsdal leiða okkara verjuspæl í hvítu blusuni, sigur Tummas Erling Djurhuus í stuttari viðmerking.
Heini Vatnsdal hevur verið darvaður av drúgvum skaða í ár, og er kortsíðani komin aftur í gaggurnar.
Men við nærlagni og tolni er hann nú klárur at stríðast fyri B36 komandi tvey árini.
Vælkomin Heini Vatnsdal