Heini F. fekk heiðursbræv

Í samband við mentanarvikuna Maisól, avgjørdi Mentanar- og trivnaðarnevndin í Vága Kommunu at lata tvey heiðursbrøv til borgarar, sum hava latið nógv eftir seg og sett síni spor á mentanarøkinum í Vága kommunu.

Terji Nielsen
4. juni 2024 kl. 20:44

 Fyri tveimum vikum síðan varð David Johannesen, prestur heiðraður samstundis sum hann hátíðarhelt sín 75 ára føðingardag.

Eitt av tiltøkunum sum hevur verið á Maisól er ein myndaframsýning í Sandavágs kirkju. Í hesum sambandi var eitt tiltak 1. juni, har Heini F. Petersen greiddi frá um myndaframsýningina. Til hetta tiltak tóku Rósa Samuelsen, forkvinna í Mentanar- og trivnaðarnevndini, og Bjarni Prior, borgarstjóri Heina F. á bóli við heiðursbrævi, skrivar Vága Kommuna á heimasíðu sínari.