Heimsmet: Meginparturin av heimsins íbúgvum er nøgdur við sín gerandisdag

Altjóða Gallup-kanning um trivnað vísir, at sosialu sambondini millum fólk hava alstóran týdning, tá talan er um lívsnøgdsemi

Hjalte Zacharewicz og Lív Reynheim
23. februar 2018 kl. 14:41

Gallup hevur sett sær fyri at kanna hvussu vit menniskju hava tað, hvussu nøgd vit eru við lívið, og hvussu vit kenna okkum í gerandisdegnum. Í ár er triðju ferð, at Gallup kannar trivnaðin hjá fólki kring allan heimin á henda hátt. Ársins kanningartilfar byggir á 149.000 samrøður við íbúgvar úr 142 londum. Jon Clifton, ið fyrisitur Gallup-kanningina í ár, greiðir frá, at endamálið er at máta nøgdsemið hjá menniskjum kring allan heimin. Ì sambandi við, at úrslitini hjá Gallup vóru kunngjørd í januar, talaði hann soleiðis fyri kanningini: “Kanningar av til dømis bruttotjóðarinntøkum og arbeiðsloysi vera ofta nýttar at lýsa heilsuna í einum samfelag. Men í løtuni finst næstan einki upplýsingartilfar, sum kann lýsa mentala heilsu á einum alheimstøði – altso sálarligu og sosialu vælveruna hjá heimsins íbúgvum. Tí fara vit at fáa greiðu á nú.”

Gallup hevur spurt umleið 1.000 kvinnur og menn úr teim 142 londunum, um tey eru nøgd við sín gerandisdag. Luttakararnir hava svarað spurningum so sum; ert tú ofta í góðum lag, kennur tú teg úthvílda/n, væl viðfarna/n, kennur tú teg virda/n av tínum medmenniskjum v.m. Úrslitini vísa á, at 70 prosent av heimsins íbúgvum gleðast um sín gerandisdag, og kenna seg harumframt nøgd, væl viðfarin og virðismett. Luttakarar úr mongum samfelagsstættum og úr øllum heimspørtum eru umboðaðir.

Tey suðuramerikansku londini gera serliga vart við seg í ársins kanning. Paraguay liggur ovast á listanum yvir lívsnøgdsemi, beint í hølunum kemur Panama og liggur Kosta Rika á triðja plássinum. Jemen er niðast á listanum og Danmark nr. 14.

Bent Greve er professari í samfelagsvísindum á lærda háskúlanum í Roskilde, og hevur givið sítt boð uppá, hvat góðu úrslitini úr Suðuramerika kunnu læra okkum onnur um tað góða lívið. Í kanningum sum hesum, ið varpa ljós á mentala heilsu og trivnað, sæst, sambært Bent Greve, eitt áhugavert mynstur aftur. Nevniliga, at sosiala sambandið millum menniskju hevur sera stóran týdning, um fólk kenna seg nøgd við lívið ella ikki. Kanningin vísir á, at trivnaður í einum samfelag ikki bert hongur saman við haldgóðari infraskipan, lágum arbeiðsloysi og peningaligum tryggleika, men at tað er eins týdningarmikið at varða um sosiala sambandið og felagsskapir millum menniskju.