Heimsmeistarin Sára Maria: Frá Trongisvágsfirði til Bagsværd Sø

Farna vikuskifti gjørdist 22 ára gamla Sára Maria Johansen av Tvøroyri, heimsmeistari í inniróðri á teininum 2000 metrum, tá hon, saman við øðrum, róði seg til eitt megnar úrslit á World Rowing Indoor Championships 2023 í Kanada. Við tíðini 7:11.3 gjørdist hon sostatt heimsmeistari. Zoe E. Dickson og Mattias Durhuus gjørdust eisini heimsmeistarar. Vit hava sett fyrstnevnda meistaranum stevnu

Sára Maria við gullinum og Merkinum. (Mynd: Sára Maria Johansen)
Áron Vest
9. mars 2023 kl. 13:27

Dagliga gongur hon í skúla Keypmannahavn og arbeiðir á skrivstovuni hjá DGI – Storkøbenhavn. Tó, so fer mesta av frítíð hennara til róðrarvenjingar og tað, ið har til hoyrir. Tað var tó flogbólturin, ið fylti mest hjá Sáru, inntil hon sum 12 ára gomul, valdi at royna rógving, saman við øðrum floksfelagum. – Flogbólturin hevur altíð fylt nógv hjá mær og ger hann tað enn. Nú er tað tó sum fjeppari. Eg royni altíð at fylgja gongdini hjá gomlu liðfeløgum mínum, tá tað liggur fyri.

At vera rógvari, er nakað heilt seriøst
Fyri at náa einum so stórslignum úrsliti, krevst miðvís venjing og nógv tíð. Tað er nú eingin loyna. Sára Maria hevur nú verið støðugur rógvari í góð tíggju ár. – Eg byrjaði saman við øðrum gentum í flokkinum, tá eg gekk í 6. flokki í fólkaskúlanum. Eg minnist, at tá eg ringdi til mammu og segði henni frá, at eg ætlaði at byrjaði uppá rógving, helt hon ikki, sum fyrrverandi føroyameistari við Firvaldi, at eg hevði tíð til tað. Eg gekk jú til so nógv annað, og hon vitsti, um nakar, hvussu seriøs ítrótt rógving er, og hvørja tíð tað tekur. Tað helt eg tó ikki vera nakar trupulleiki. Í fyrstuni var tað ikki so seriøst, men tá vit fingu 3. pláss á Ólavsøku í 2013, fingu vit blóð uppá tonnina. Í 2014 vunnu vit barnaróður. Aftaná tað bleiv eg heilt bitin av at halda á. Vit gjørdust tá meistarar við Firvaldi gentum, í 2015, 2016 og 2017, sigur ein errin Sára Maria Johansen. Í 2018 róði hon ikki, men valdi at stýra og venja ymiskar manning í 2018, 2019 og 2020.

Um ársskiftið 2020/2021 kom veruliga ferð á rógvingina
Sigursvandi Firvaldur skuldi mannast aftur, tó nú við nýggjari kvinnumanning. Nú skuldi Sára Maria fyri fyrstuferð venja seg við at rógva á rógvimaskinu. – Eg sá rættiliga skjótt, at eg kláraði meg lutfalsliga væl á maskinuni. Tískil valdi eg at melda meg til FM í inniróðri í 2021. Hetta eydnaðist somikið væl, at eg gjørdist føroyameistari á 2000 metrum. Hetta gav mær enn meir blóð uppá tonnina. Eg valdi at stilla upp, seinri í sama mánaði, í Norðurlandameistara kappingini. Eg vann aftur á 2000 metrum og bleiv nummar trý á 200 metrum. Eftir hetta kappaðist eg ikki í inniróðri í Føroyum, sigur Sára Maria. - Vit vunnu FM við Firvaldi kvinnum summarið 2021 og blivu nummar tvey við Froðbingi í 2022, leggur Sára Maria afturat.

Valið stóð millum A-landsliðið í flogbólti ella kappróður
Sára Maria varð á sumri 2022 úttikin til A-landsliðið í flogbólti, men kappróðurin dróg hana eisini. – Tá eg flutti til Danmarkar í august 2022, stóð valið millum flogbóltin og kappróðurin. Eg var júst úttikin til A-landsliðið í flogbólti. Tað var sjálvandi stórt, men kappróðurin vísti eisini á møguleikar. Valið fall so á kappróðurin, har eg kom at venja í mínum núverandi felagi í Danmark, ið kallast KVIK, sigur Sára Maria.

Ein vika í rógving í danska høvuðsstaðnum
Sára Maria venur í felagnum KVIK, sum liggur í Nordhavnen. Hon venur seks dagar um vikuna, ið tilsamans er meir enn 20 tímar. Fríggjadagur er frídagur. – Í vetur havi eg so róð fýra dagar um vikuna á maskinu og tvær-tríggjar ferðir um vikuna hava vit vant styrki. Harumframt venja vit eisini eini seks til átta tímar um vikuna, tað, ið vit kalla alternativa venjing. Tað kann til dømis vera súkkling, svimjing, renning og so framvegis. Her velji eg sum oftastat súkkla, tí eg súkkli altíð til arbeiðis og venjing. Tað ger tað skjótari at innheinta hesar tímar av venjing, sigur Sára Maria. Uttandura árið í kappróðri er í nánd, og fer Sára Maria at venja við manningini í Bagsværd Sø. – Tað gleði eg meg sera nógv til. Tá gerast tímarnir fleiri og fleiri í bátinum, tí tað er nýtt fyri meg at rógva í lítla bátinum, ið vit hava, sigur ein spent Sára Maria.

Túrurin til World Rowing Indoor Championships 2023
Í einum ferðaliði av átta eldhugaðum kappróðrarfólki, fer Sára Maria til Kanada. Við í ferðalagnum vóru ferðaleiðarin Annika Jacobsen, næstforkvinna í RSF og rógvarin Elsa Magnussen, landsliðsvenjarin og rógvarin Sarita Kristina Hansen, rógvarnir Vár G. Hansen, Zoe E. Dickson og Mattia Durhuus. Harumframt var pápi Vár, Hans Michael, eisini við.
- Vár, Zoe og eg búgva allar í Danmark. Vit fóru úr Danmark 21. januar til Keflavíkar í Íslandi, har eg vit møttu hinum. Vit høvdu ein góðan ferðaleiðara, sum eisini megnaði at fáa upp í lag, at vit kundu uppliva Niagara Falls, ið er eitt must at síggja har yviri, sigur ein ovfarin Sára Maria.

- At vera við til sjálva kappingina var eisini ein stór uppliving. Vit vóru saman við teimum størstu stjørnunum í inniróðri. Serliga stuttligt var at fleiri teirra kendu til føroyar, og føroysk kappróðrarfólk, leggur Sára Maria afturat.

Ferðalagið kom heim aftur týsdagin 28. februar. Kappróðrarfólkini vóru somikið heppin, at forkvinnan í RSF stóð og flaggaði fyri teimum við Merkinum, tá tey komu á Kastrup flogvøll. - Tað hevði eisini verið stórt, kanska tað størsta, at sloppi heim til Føroya ein túr, eftir at hava vunnið heimsmeistaraheitið fyri heimlandið, sigur Sára Maria og leggur afturat, at – ja, eg sigi fyri Føroyar, hóast vit í kappingini standa at umboða Danmark. Vit vóna at hetta einaferð fer at broytast.

Kappróðrardreymurin fer víðari
Tað kann kanska fyri summi tykjast at vera á toppinum, at hava vunnið heimsmeistaraheitið. Tað er tað í so máta eisini, men dreymar taka okkum menniskju enn longri. Hjá Sáru er onki undantak. Harafturat gleðir hon seg at sleppa at rógva í báti aftur og at koma enn longri. - Mín næsta uppgáva er at fáa nógvar tímar í bátinum á Bagsværd, so eg kann læra meg ordiligt at rógva í hesum bátinum. Mítt næsta mál er at vera við til kapping á vatninum, her í Danmark, sigur Sára Maria at enda.

Tíðir og úrslit frá heimsmeistarakappingini
Umframt Sáru, gjørdust Zoe og Mattias eisini heimsmeistarar. Samanumtikið kann sigast, at allir hesir føroyingarnir hava veruliga avrika á heimsklassa støði.

500 metrar

Í bólkinum kvinnur 21-22 ár:

Vár G. Hansen nr. 1 við tíðini: 1:32.0

Sára Maria Johansen nr. 3 við tíðini 1:34.1

Í bólkinum kvinnur lættvekt 21-22 ár:

Zoe E. Dickson nr. 1 við tíðini 1:40.7

Í bólkinum 17-18 ár:

Mattias Durhuus nr. 1 við tíðini 1:18.8

Í bólkinum kvinnur lættvekt 23-39 ár:

Sarita Kristina Hansen nr. 2 við tíðini 1:38.6

Elsa Magnussen nr. 5 við tíðini 1:41.1


2000 metrar

Í bólkinum kvinnur 21-22 ár:

Sára Maria Johansen nr. 1 við tíðini 7:11.3

Vár G. Hansen nr. 3 við tíðini 7:18.0

Í bólkinum kvinnur lættvekt 21-22 ár:

Zoe E. Dickson nr. 1 við tíðini 7:30.7

Í bólkinum 17-18 ár:

Mattias Durhuus nr. 2 við tíðini 6:12.0

Í bólkinum kvinnur lættvekt 23-39 ár:

Sarita Kristina Hansen nr. 5 við tíðini 7:24.0

Vit á Dimmalætting ynskja øllum hjartaliga til lukku við hesum megnarúrslitum!