Heimsmeistarakappingin í inniróðri 2021

Í vikuni hevur heimsmeistarakapping verið í inniróðri. Orsakað av støðuni við Covid-19 varð kappingin skipað sum online kapping. Róðrarsambandið skipað soleiðis fyri, at rógvararnir kunnu kappast í hølunum, har Faroe Fitness helt til

Tíðindaskriv
28. februar 2021 kl. 22:17

Seks føroyskir rógvarar høvdu kvalifiseraðu seg til luttóku í kappingini.

Okkara rógvarar smæddust ikki burtur og vístu enn einaferð, at føroyingar klára seg væl í inniróðri. Rógvararnir megnaðu at hála fýra heiðursmerkir til Føroyar – tvey gull, eina silvur og eina bronsu.

Sarita Kristina Hansen luttók í trimum ymiskum bólkum og gjørdis tvífaldur heimsmeistari. Hetta er triðja árið á rað, at hon vinnur HM gull á 2000 metrum í lættvektsbólkinum hjá kvinnum 30-39 ár. Hesa ferð við tíðini 7:23.0. Sarita vann eisini gull á 500 metrum í lættvektsbólkinum hjá kvinnum 30-39 ár við tíðini 1:39.4, og hon bleiv nr. 6 á 500 metrum í opna lættvektsbólkinum við tíðini 1:39.3. Sarita setti persónligt met á bæði 2000 og 500 metrum.

Bergur Robert Dam Jensen luttók í tveimum ymiskum bólkum, har hann róði 500 metrum. Í bólkinum lættvekt menn 30-39 ár gjørdis Bergur nr. fýra við tíðini 1:26.3. Í opna lættvektsbólkinum fekk Bergur eitt 11. pláss við tíðini 1:26.6.

Vár Hansen luttólk í tveimum ymiskum bólkum. Hon róði 2000 metrum í bólkinum U23 við tíðini 7.26.5. Hetta rakk til eitt níggjunda pláss. Vár róði eisini 500 metrum í bólkinum U23. Í harðari kapping gjørdis hon gjørdis nr. tvey og setti samstundis persónligt met við tíðini 1:32.9.

Elsa Magnussen róði 500 metrum í bólkinum 30-39 ár. Elsa bleiv nr. fimm við tíðini 1.37.4.

Símun Tórur Joen-Jacobsen róði 500 metrar í bólkinum U19. Símun Tórur legði hart út og lá leingi frammi í oddunum. Í harðari kapping bleiv hann nr. fimm við tíðini 1:21.2.

Kristja Linklett Mortansson róði 500 metrar í bólkinum U23. Kristjan lá á einum áttanda plássi, men otaði seg spakuliga fram á kappingarneytarnar. Við einum góðum endaspurti megnaði Kristjan at rógva seg til eitt tríðja pláss við tíðini 1:19.2. 

Samlaðu úrslitini frá kappingini síggjast HER.

Kelda: Róðrarsamband Føroya