200 fyrrverandi heimsleiðarar hava sligið seg saman og eru komnir við einari felags koronuáheitan til G7, ið er eitt forum fyri sjey tey mætastu fíggjarligu veldini, sum fara at hittast í London hesa vikuna.
Teir 200 heimsleiðararnir eru millum annað fyrrverandi forsetar, forsætisráðharrar, uttanríkisráðharrar og aðrir eyðsýndir leiðarar. Tað skrivar tíðindastovan Reuters.
Í felags áheitanini stendur, at eydnast tað ikki øllum at fáa atgongd til koronakoppingarevni, so er stórur møguleiki fyri, at vit fara at síggja fleiri fleiri mutasjónir, sum í síðsta enda fer at forða okkum at berja koronufarsóttina niður.
– Stuðul frá G7 og G20, ið ger koppingarevnið fyri korona atkomuligt í lág- og miðalinntøkulondum er ikki ein vælgerð, men hevur týdning fyri øll lond í síðsta enda, stendur tað felagsáheitani, sambært Reuters.
Í felagsáheitanini stendur konkret, at G7-londini skulu gjalda tveir triðingar av samlaðu upphæddini (umleið 400 milliardir krónur), sum krevst til at fáa koppsett fólk í láginntøkulondunum. Tað skrivar The Guardian.
Tony Blair og Gordon Brown er millum teir fyrrverandi forsætisráðharrarnar, sum hava skrivað undir felagsáheitanina. Sambært Gordon Brown hevði tað verið piparnøtur fyri bretska fólkið at veitt stuðul til eitt globalt koppsetingarátak.
– Fyri bert 30 pence (umleið 2,57 krónur) per fólk um vikuna í Stórabretlandi, so høvdu vit fingið heimsins bestu trygd, sigur Brown sambært Reuters.
G7-londini møtast fríggjadagin í Onglandi, har Boris Johnson, forsætisráðharri í Stórabretlandi, er vertur fyri leiðararnar úr Fraklandi, Týsklandi, USA, Italia, Japan, Kanada. ES-leiðarar verða eisini til staðar.
Eisini fyrrverandi aðalskrivarin í ST, Ban-Ki Moon, hevur undirskrivað felagsáheitanina.
Sambært The Guardian er minni enn tvey prosent av fólkinum blivin koppsett í Afrika sunnanfyri Sahara.
Heimsheilsustovnurin, WHO, mælti í mai teimum ríku londunum til at lata koppingarevni til Covax-samarbeiðið. Covax er ein koppsetingarsamgonga, ið WHO hevur sett á stovn fyri at tryggja, at tey fátæku londini kunnu fáa nóg mikið av koppingarevnum.
/ritzau/