Heimskent orkestur til Føroya at spæla

bólkurin, Aqua, fer at spæla við Tjarnir í vár

Áki Bertholdsen
22 tímar síðan

Sjálvan altjóða kvinnudagin, leygardagin 8. mars, fer heimskenda popp-orkestrið,, Aqua at hava konsert í stórhøllini Við Tjarnir.

Tað boða tey frá nú dag og Aqua verður ein partur av einum stórum tiltaki, sum fer at vara alt kvøldið, og langt út á náttina.

Aqua hevur verið partur av lívinum hjá fleiri ættarliðum og eru heimskend við sangum sum Around the world, Doctor Jones, Lollipop (Candyman), Me oh my, Cartoons Heroes og - ikki minst, Barbie Girl.

Áðrenn og aftaná framførsluna hjá Aqua fara nakrir av okkara bestu føroysku tónleikarum at hita upp. Talan er um Hamradun, Tinganest, Jens Marni Band, Ester Skála við bólki, Esra og Markus og DJ Martin Kjærbo.