Heimskendur sangari á Voxbotn í Havn í summar

Landaplágurnar Moonlight Shadow og To France verða uttan iva at hoyra í Vágsbotni í summar

Áki Bertholdsen
5. apríl 2023 kl. 14:40

Nú er greitt, at skotski sangarin, Maggie Reilly verður ein av teimum, sum fer at spæla á tónleikafestivalinum, Voxbotni, sum verður í Havn 23. og 24. juni  

 Í 1992 útgav hon fløguna, Echoes, sum var sera væl umtókt. M.a eru sangirnir ”Everytime We Touch”, ”Tears in the Rain” og ”Wait” á hesi fløguni, sum lá ovast á tónleikalistunum. 

Maggi Reilly er serliga kend fyri samstarvið við tónasmiðin, Mike Oldfield, sum av álvara setti gongd á hjá henni. Við hesum samstarvinum, komu landaplágur sum Family man, Moonlight Shadow, Foreign Affair og To France. 

Reilly var fødd 15. septembur 1956. Hon er úr Skotlandi og hon er uppvaksin í Glasgow. 

Í fyrstuni spældi hon við einum jazz/funk bólki og í 1992 útgav hon Echoes, ið staðfesti hennara støðu sum tónleikastjørnu. 

Seinastu fløgurnar frá henni komu í 2009, tá ið Looking Back, Moving Forward, kom út,  og í 2013, tá ið Heaven Sent, kom út. 

Hon hevur eisini samtarvað við nógvum tónleikarum, eisini Smokie, ið eru væl umtóktir í Føroyum. Á konsertum sínum syngur Maggie Reilly teir kendastu sangirnar hjá sær.

Frammanundan er greitt, at Nathan Evans, Topgunn, Katrina frá Katrina & The Waves, RSP Faustix, Marius, Lamin og Artigeardit koma á OY Voxbotn 2023.