Heimsins yngsti stjórnarleiðari

Sebastian Kurz, sum fyri stuttum bleiv 31 ár, vann eysturríkska tjóðartingsvalið

Jógvan Svabo Samuelsen
27. oktober 2017 kl. 13:57

Sunnudagin 15. oktober 2017 var aftur Tjóðarráðsval í Eysturríki. Sigursharrin gjørdist blaðungi núverandi Uttanríkis- og integratiónsráðharrin Sebastian Kurz, sum fyri stuttum gjørdist 31 ára gamal. Hann bleiv fyri heilt stuttum formaður í Eysturríkska Fólkaflokkinum (ÖVP), og í skrivandi stund sær alt út til, at hann verður næsti Samveldiskanslarin í Eysturríki. Um so verður, so verður hann samstundis yngsti stjórnarleiðarin í heiminum
 

Lóggávuvaldið í Eysturríki er skipað í tvey kømur. Annað kamarið – Tjóðarráðið – hevur 183 tinglimir, og hevur eisini tær flestu lóggávuheimildirnar. Hitt kamarið – Samveldisráðið – hevur 61 tinglimir, og hevur bert avmarkaðar lóggávuheimildir. Samveldisráðið hevur tó sýtingarrætt yvir teimum samveldislógum sum Tjóðarráðið samtykkir, men í flestu førum er hesin sýtingarrættur bert fyribils, tí Tjóðarráðið kann umstoyta sýtanina frá Samveldisráðnum. Á einstøkum økjum, eitt nú viðvíkjandi grundlóg o.tíl., krevst tó samtykki frá Samveldisráðnum, fyri at samtyktin frá Tjóðarráðnum skal kunna setast í gildi.

Samveldiskanslarin er ovastur í stjórnini í Eysturríki. Umframt at hava ein samveldiskanslara, hevur Eysturríki eisini ein samveldisforseta. Samveldisforsetin er ovastur í Samveldisríkinum – men hetta tó mest í formligum týdningi. Samveldisforsetin verður valdur beinleiðis av øllum fólkinum í Eysturríki, og valskeið hansara er seks ár. Hóast samveldisforsetin formliga hevur víðari heimildir, so hevur hann í dagliga politiska lívinum mest súmbolskan týdning. Tann valdmiklasti maðurin í Eysturríki er samveldiskanslarin. Hesa skipan við at hava bæði ein kanslara og ein forseta, men har tó forsetin mest hevur súmbolskan týdning, kenna vit eisini úr Týsklandi og Sveis.


Politisku flokkarnir í Eysturríki

Tað eru tríggir stórir flokkar í Eysturríki. Teir eru Sosialdemokratiski flokkurin (SPÖ), sum oftast hevur verið størsti flokkur og sum oftast hevur havt stjórnarleiðaran, Fólkaflokkurin (ÖVP) kemur inn á øðrum plássi hesum viðvíkjandi, og Frælsisflokkurin (FPÖ) kemur inn á triðja plássi. Sitandi samgonga, sum kom til valdið eftir Tjóðarráðsvalið í 2013, er eisini millum Sosialdemokratiska flokkin (SPÖ) og Fólkaflokkin (ÖVP), har SPÖ hevur samveldiskanslaran. Sitandi samveldiskanslari eitur Christian Kern og bleiv tikin í eið tann 17. mai 2016. Hann er eisini formaður í SPÖ.

Ein upplagdur møguleiki er, at teir báðir flokkarnir í sitandi samgongu – SPÖ og ÖVP – velja at býta um pláss í stjórnini, men at samgongan annars heldur fram. Tað er siðvenja í Eysturríki, at størsti flokkurin í samgonguni eigur samveldiskanslaran, og hesaferð gjørdist tað ÖVP, sum so bleiv størsti flokkur. Hetta er tó ikki avgjørt enn. Søguliga sæð, t.e. síðani 1945, er tað eisini SPÖ og ÖVP, sum hava myndað tær allarflestu samgongurnar, og sum oftast hava teir sitið í samgongu saman.

Hin triði stóri flokkurin er Frælsisflokkurin (FPÖ). FPÖ er ein høgravíðgongdur nationalkonservativur populistiskur flokkur, og er her um leiðir allarhelst best kendur fyri sín fyrrverandi formann – doktorin í løgfrøði Jörg Haider. Jörg Haider var formaður í FPÖ árini 1986-2000, men andaðist longu í 2008 – sum bara 58 ára gamal – eftir eina ferðsluvanlukku. Tá FPÖ kom í stjórn saman við ÖVP í 2000 viðførdi hetta m.a., at fleiri lond valdu at mótmæla samgonguni við at innføra ymisk diplomatisk revsitiltøk – tó av linum slagi. FPÖ verður sammett við politiskar flokkar so sum Frælsisflokkin hjá Geert Wilders í Niðurlondum, Alternativið fyri Týskland “AfD” og Svørríkisdemokratarnir, fyri bert at nevna nakrar.


Stjørnuskotið Sebastian Kurz

Sebastian Kurz, formaður í Eysturríkska Fólkaflokkinum (ÖVP), bleiv føddur í eysturríkska høvuðsstaðnum Wien tann 27. august 1986. So hann fylti 31 ár fyri júst tveimum mánaðum síðani í dag. Megnast tað honum at gerast næsti samveldiskanslarin í Eysturríki – sum er rættiliga sannlíkt – so verður hann samstundis yngsti stjórnarleiðari í øllum heiminum. Teir sum koma honum nærmast eru Enrico Carattoni, stjórnarleiðari í San Marino síðani 1. oktober 2017 – føddur tann 18. mai 1995 og harvið 32 ára gamal – og so Kim Jong-un, stjórnarleiðari í Norðurkorea. Eingin veit við vissu, nær Kim Jong-un er føddur, men almenna dagfestingin í Norðurkorea er tann 8. januar 1982, sum merkir, at hann er 35 ára gamal.

Eftir góð sjey ára lestur á lærda háskúlanum í Wien, tó uttan at hava staðið løgfrøðisútbúgving sína, valdi Sebastian Kurz í 2011 at steðga við lestrinum fyribils, og at gera sína politisku yrkisleið fulla tíð. Hann var longu í 2009, sum bara 23 ára gamal, vorðin formaður í ungdómsdeildini hjá Fólkaflokkinum (ÖVP). Árini 2010 og 2011 sat hann í býráðnum í Wien, har hann serliga legði seg eftir at røkja politisku áhugamálini hjá teimum eldru borgarunum. Og í apríl mánaði í 2011 bleiv hann so tilnevndur sum ráðharri í tí nýstovnaða Integratiónsráðnum.


Valdur í Tjóðarráðið

Til Tjóðarráðsvalið í 2013 verður hann valdur í Tjóðarráðið, og gerst samstundis toppskorari við flestu persónligu atkvøðum av øllum valevnunum til tjóðarráðsvalið. Leiðin inn á landspolitiska pallin kundi neyvan eydnast betur – hann er tá einans 27 ára gamal. Í desember mánaði í 2013 verður hann tilnevndur til ein av týdningarmiklastu ráðharrasessunum sum uttanríkisráðharri og fær enntá trumfað ígjøgnum, at uttanríkisráðharrin eisini skal varða av málsøkinum sosial integratión. Um hetta mundið er hann bæði yngstu ráðharrin í Eysturríki, síðani tjóðin varð stovnað í 1945, og yngsti uttanríkisráðharri í øllum heiminum.

Longu fyrsta árið hann er uttanríkisráðharri, verður hann somuleiðis formaður í Ráðharranevndini hjá Evroparáðnum. Evroparáðið varðar av m.a. Evropeiska mannarættindasáttmálanum og Evropeiska mannarættindadómstólinum, og eru 47 av 50 teimum londunum í Evropa limir í Evroparáðnum. Evroparáðið kemur oftani í bland við Evropeiska Samveldið ES, men Evroparáðið hevur einki við ES at gera. Sebastian situr sum formaður fram til apríl 2014 – framvegis bert 27 ára gamal.


Innanríkispolitikkur

Í sambandi við evropeisku flóttafólkakreppuna í 2015 legði Sebastian fram eina 50-tátta-ætlan, sum skuldi fáa bilbugt við ta vantandi integratión, sum kreppan førdi við sær. Ætlanin snúði seg serliga um økini mál og útbúgving, arbeiðsmarknaður og arbeiðsmøguleikar, virðing fyri vesturlendskum virðum og virðing fyri lóg og landaskili. Samstundis mælti hann til, at Evropeiska Samveldið ES fekk styrkt og vart síni landamørk betur.

Í 2015 skeyt hann eisini upp eina islamlóg, sum skuldi gera tað ólógligt at fíggja moskur og løn hjá imamum við útlendskum peningi, og at ein alment góðkent útgáva av Koranini skuldi gerast. Henda islamlóg veitti tó ikki bert forboð mótvegis muslimum, men gav teimum samstundis styrkt rættindi á øðrum økjum, t.d. rættin til halal-mat og betri møguleikar at útinna sína trúgv í herinum. Lógin bleiv samtykt, men kravið um eina alment góðkenda Koran kom tó ikki við í ta endaligu lógina.


Heimsins yngsti stjórnarleiðari?

Eftir at fyrrverandi formaðurin í ÖVP, Reinhold Mitterlehner, legði frá sær í mai í ár, bleiv Sebastian Kurz settur sum fyrbils formaður í flokkinum. Hann bleiv stutt eftir formliga valdur til formann floksins við heili 98,7% av atkvøðunum. Samstundis sum hann bleiv valdur til formann í ÖVP blivu viðtøkur floksins eisini broyttar, so at formaðurin framyvir fekk fleiri heimildir og størri vald. Og Sebastian skuffaði ikki flokk sín. Á júst farna tjóðarráðsvalinum gjørdist ÖVP størsti flokkurin, og streyk sostatt fram um sín núverandi samgongusamstarvsflokk SPÖ.

Enn er nýggj samgonga ikki skipað í Eysturríki. Men politisk siðvenja er, at tað er størsti flokkurin, sum eigur stjórnarleiðaran – samveldiskanslaran – um flokkurin eisini megnar at skipa samgongu. Og fríggjadagin 20. oktober 2017 fekk Sebastian Kurz heimild frá samveldisforsetanum í Eysturríki, Alexander Van der Bellen, til at royna skipa komandi samgongu í Eysturríki. Í skrivandi stund er tó enn ikki greitt, um Sebastian Kurz eisini megnar at skipa komandi samgongu. Ein samgonga, sum umframt at gera Sebastian Kurz til samveldiskanslara eisini vil gera hann til yngsta stjórnarleiðara í heiminum. Men sum hansara higartil unga og ógvuliga úrslitagóða lívsleið longu hevur prógvað, er hetta ikki heilt ósannlíkt.