Heimsins triði pólur

Fyri ikki at enda í sama posa sum pakistanararnir, sum Akhtar helt lítið um, tí teir tímdu ikki úr bilunum, skeyt eg upp, at vit skuldu fara út at ganga, tá ið vit høvdu etið morgunmat. Gøtan var full av gróti og partvís tilgrógvin, men Akhtar, sum var sonur ein fjallaklintrara, rann sum einki niðan dalin, so lættur á føti, at tað tóktist, sum skógvarnir fjaðraðu. Síðsta strekkið klintraðu og kluvu vit í leysum smágróti, og eg hugdi so lítið omaneftir sum gjørligt.

Erika Fatland – Pauli Nielsen týddi
29. apríl 2021 kl. 19:11
Hetta er ein haldaragrein. Vinaliga rita inn fyri at lesa hana.