Hóast fagnaðin í Modisa BJP, er flokkurin farin aftur og stendur at missa meirilutan.
Hetta hevur við sær, at BJP skal samstarva við NDA-flokkin fyri at kunna stovna meirilutastjórn, sum kann hava ávirkan á, hvussu politikkurin í landinum verður myndaður.
Kanningar fyri valið mettu annars, at BJP-flokkurin fór at hava stórsigur.
Hóast Modi er velumtóktur í India, hevur forsætisráðharrin verið fyri atfinningum í seinastuni, sum kunnu hava havt eina ávirkan á minni góða valúrslitið. Millum atfinningarnar ljóðar, at Modi hevur gjørt gjónna millum muslimar og hinduistar størri.
73 ára gamli Narendra Modi hevur verið forsætisráðharri síðani í 2014 og er flokkur hansara BJP millum teir søguliga mest dominerandi flokkarnar í søgu India.