Valstøðini eru opnaði, og eru tað nú í seks vikur. India hevur 969 milliónir veljarar, sum er meira enn tíggjunda hvørt menniskja í heiminum.
Væntandi verður hetta ein tryggur sigur fyri Narendra Modi, núverandi forsætisráðharra. Í kanningum er hann nógv tann mest vælumtókti politiski leiðarin. Hann hevur longu verið forsætisráðharri í tíggju ár, og ætlar sær at veljast fyri triðju ferð.
Modi er kendur fyri eina sterka Hindu nationalismu, og minnilutabólkar føla seg ótryggar við hesum. Til dømis eru 200 milliónir muslimar, og tann bólkurin hevur upplivað eina vaksandi jagstran undir Modi leiðsluni, sambært The Guardian.
Valstøðini lata aftur tann 1. juni, og úrslitið verður kunngjørt tann 4. juni.