Tey ið dáma at blanda feriu og rørslu saman, hava nú fingið eitt nýtt ferðamál. Í Kanada hava tey júst opnað heimins longstu gonguleið, ið strekkir seg heilt frá kanadisku eysturstrondini til vesturstrondina. Leiðin er bert 24.000 kilometrar long. Leiðin kallast "The Great Trail".
Á leiðini ber til at uppliva ta stórslignu og umfatandi kanadisku náttúruna - og eisini ta kanadiska býarlívi. Leiðin gongur nemliga eisini gjøgnum býirnir Vancouver, Toronto og Montreal.
Um øll leiðin skal gangast út í eitt, fer tað at taka tí vanliga gongufólkinum eini tvey ár at koma á mál. Tó er tað ikki soleiðis, at leiðin neyðturviliga skal gangast. Tað er eisini møguligt at taka hana í ymsum teinum og velja ávísar partar av leiðini. Leiðin er fjølbroytt, og kann ikki bert gangast. Á summum økjum skal man koyra við kavaskutara, aðrastaðni á hestbaki og eisini verður møguleiki fyri at súkkla.
Lis Nielsen, nevndarlimur í World Trail Networks, greiðir danska blaðnum, Politiken, frá, at gonguferðir hava aldrin verið so væl umtóktar sum nú. Tær vera nærum brúktar sum skiftissiðir, og eru tað ofta pensionistar ella nýútbúgvin fólk ið velja at ganga hesar túrarnar. Slíkar ferðir eru ikki bara góðar fyri kropsliga heilsu, men eisini mentala. Tær geva rúm og tíð til at hugleiða og hugsavna seg, greiðir Lis Nielsen frá.