Almenningurin sleppur eftir øllum at døma at síggja heimsins dýrasta málning, sum varð seldur fyri 2,8 milliardir krónur á uppboðssølu hjá Christie í New York í farna mánaði.
Sambært tíðindastovuni Ritzau hevur savnið Louvre AbuDhabi sent eitt tweet, har tað verður boðað frá, at Jesus-málningurin, sum Leonardo Da Vinci málaði fyri 500 árum síðani, verður at síggja á savninum um ikki so langa tíð.
Um talan er um eina serframsýning, har málningurin fer at hanga eina tíð, ella um hann skal hanga har fast, verður ikki sagt nakað um.
Keyparin av málninginum er ikki almennur, men New York Times sigur seg vita, at talan er um Bader bin Abdullah bin Mohammed bin Farhan al-Saudi, sum er prinsur í Saudi Arabia.