Heimsins besti til Aalborg Håndboldklub

Frá 2022 fer Mikkel Hansen at spæla hondbólt í Aalborg

Ari av Rana
18. februar 2021 kl. 16:36

Heimskendi danski hondbóltsleikarin, Mikkel Hansen, fer aftur til Danmarkar at spæla. Aalborg Håndboldklub boðar í dag frá, at maðurin, sum at fleiri verður mettur at verða heimsins besti hondbóltsleikari, skiftir til felagið næsta ár.

Mikkel Hansen hevur spælt við PSG í París síðani 2012 og hevur áðrenn tað umboða GOG Gudme, FC Barcelona og AG København.

Frá 2022 fer hann tó at spæla sínar heimadystir í Jutlander Bank Arena í Aalborg. Hann hevur skrivað undir trý ára sáttmála við donsku meistararnar í Aalborg Håndboldklub.

- Eg gleði meg at spæla í Danmark aftur. Aalborg Håndboldklub er eitt spennandi felag, sum hevur staðið seg væl á altjóða pallinum. Eg havi enn stórar ambitiónir, og eg trúgvi, at eg kann verða við til at hjálpa felagnum við at taka enn eitt stig upp eftir evropeiska rangstiganum, sigur Mikkel Hansen við Danmarks Radio.

Mikkel Hansen er tríggjar ferðir kosin heimsins besti leikari – í 2011, 2015 og 2018. Hann er tvær ferðir blivin heimsmeistari við Danmark, eina ferð OL meistari og eina ferð evropameistari.