Heimsins besta matstova steingir fyribils

Heimsins besta matstova, Noma, sum heldur til í Keypmannahavn, hevur gjørt av at stongja næsta mánaðin. Longdu krøvini frá myndugleikunum í samband við koronu eru orsøkin til avgerðina

Sveinur Tróndarson
4. januar 2022 kl. 22:59

Tað er ikki lætt at reka matstovu við ongum gestum.

Tað er nokk ein av staðfestingunum hjá heimsins bestu matstovu, Noma, sum heldur til í Keypmannahavn, nú donsku myndugleikarnir hava gjørt av at halda fast í avmarkingarnar í samband við ferðing og sum eisini hava gjørt av at halda fast við sóttarhaldsreglurnar fyri altjóða ferðafólk.

Á heimasíðuni hjá matstovuni stendur í boðum at lesa, at matstovan verður stongd allan januar mánað, og at hon letur uppaftur 1. februar.

Noma hevur tríggjar Michelin-stjørnur, og telist tí millum tær matstovur, sum størsti eftirspurningur er eftir, og tí skal ein hava gott tol, um ein bíleggur borð á matstovuni. Bíðitíðin kann nevniliga vera nógvar mánaðir. Av somu orsøk er eisini ein rættiliga drúgvur bíðilisti fyri at sleppa inn á matstovuna.

Fyri tey kann avgerðin hjá donsku myndugleikunum at halda fast við krøvini til aljtóða ferðandi og við sóttarhaldsreglurnar hava við sær, at fleiri útlendskir gestir fara at avlýsa, og tí sigur stendur eisini at lesa á heimasíðuni, at tey í vár ivaleyst fara at stytta bíðilistan munandi, tí aðrir gestir ikki fáa komið.

Men, skalt tú eta á Noma, so mást tú hava eitt rímiliga væl polstrað kort, tí talan er um eina – rímiliga – dýra matstovu. Sambært matkortinum kostar tað 2.900 krónur fyri hvønn at eta í tíðarskeiðnum frá 1. februar til 21. mai, men tá er bara matur uppi í. Skalt tú hava vín aftur við, so kostar tað 1.800 krónur eyka, og skalt tú hava djús, so kostar tað 1.000 krónur eyka.

Í sama tíðarskeiði kanst tú eisini keypa tær miðmála, frokost, so kostar tað 4.900 krónur fyri hvønn. Tá er vínið íroknað. Skalt tú hava miðmála við djúsi, so kostar hann 4.100 krónur fyri hvønn...